Ráðstevna

Nær: Fríggjadagin 6. november
Hvar: Kongshøll, Sjóvinnuhúsið, Vestara Bryggja 15, Tórshavn

Hvat er náttúra? Føroysk náttúrufatan í fortíð, nútíð og framtíð

Fróðskaparfelagið fyri einum tvørfakligum tiltaki, sum skal seta evnið føroysk náttura og náttúrufatan í nútíð, fortíð og framtíð í miðdepilin. Vit vilja tí bjóða fólki við ymsari fakligari bakgrund at senda uppskot inn, sum viðgera hetta fjølbroytta evni.

Meiri kunning um ráðstevnuna sæst her.

Lykla dagfestingar

02. augabstract kunnu sendast inn
01. sep – síðsta freist at senda abstract
10. sep – abstract tíðarfreistin er longd
06. nov – ráðstevnan verður hildin

Nýggjastu tíðindi um ráðstevnuna

  • Freistin útsett
    Av tí at tað enn er pláss fyri nøkrum framløgum til ráðstevnuna ”Hvat er náttúra? Føroysk náttúrufatan í fortíð, nútíð og framtíð”, hava vit avgjørt at útseta freistina fyri at koma við uppskotum til framløgur til fríggjadagin 10. september 2021. Les meira um ráðstevnuna her.
  • Ráðstevna: Hvat er náttúra?
    Hvat er náttúra? Føroysk náttúrufatan í fortíð, nútíð og framtíð Jørðin gerst heitari, sjógvurin hækkar, djórasløg eru hótt. Dálkingin veksur og lívfrøðiliga margfeldið minkar. Seinastu árini er tað vorðið alsamt meiri greitt, at heimurin stendur í einari djúpari umhvørvisligari kreppu. Náttúruvísindini hava í áratíggju granskað og víst á, hvussu illa stendur til, men vit hava…