Minningarorð um Anfinn Johansen

11. januar 2022, Starvsfólkið á Føroyamálsdeildini

Mánamorgunin 10. januar 2022 bórust boðini um, at Anfinnur Johansen var farin, 68 ára gamal. Ikki vardi tað okkum starvsfólk á Føroyamálsdeildini, at hann hevði stigið síni seinastu spor á Føroyamálsdeildini, tá ið vit fóru í jólafrí. Vit vistu, at støðan var vánalig, men hann gramdi seg ikki. Stillførur sum hann var, bar hann sína lagnu við virðing.

Minningarorð um Vár í Ólavsstovu

á aðalfundinum 26. november 2021 eftir Lydiu Didriksen

Dagurin, – tað var fríggjadagurin 12. februar, –  byrjaði so væl. Vár var aftur til arbeiðis á Námsvísindadeildini eftir stutta sjúkralegu, og hon føldi seg so væl, segði hon. Hon stóð og prátaði úti í gongini saman við starvsfelagum, og vit fegnaðust um, at hon hevði tað so gott. Tað, sum eingin grunaði henda morgunin, var, at hennara lívsskeið var runnið.