09:30
Dyrnar lata upp

10:05
Vælkomin
Føroya Fróðskaparfelag

10:15
Tónleikur/upplestur
Bjørk S. Lamhauge syngur og Marjun S. Kjelnæs lesur upp

10:25
Innleiðsla – Hvat er náttúra?
Michael Jacobæus

10:40
Evni 1 – Hvat er náttúrufatan?
Orðstýrari: Lis Mortensen

Natúrfatan og list, bókmentir og smærri forløg. Hvussu eru hesi partar av einari vend móti ný-materialismuni?

Spurninguri um hvussu vit fyrihalda okkum til náttúruna gerst alt meira átrokandi. Uppleggið miðar ímóti at lýsa henda spurning frá einum etisku sjónarhorni.

11:30
Kaffisteðgur

11:45
Evni 2 – Náttúrufatan, religión, ferðavinna og náttúruvernd
Orðstýrari: Kolbrún í haraldsstovu

Framløgan leggur fram úrslit frá nýggjari føroyskari kanning um fólksligan hugburð til gransking um veðurlag, umhvørvi og burðardygd

Fyrsti parturin av framløguni snýr seg um bæði kritikkin hjá Lynn White og øðrum av kristindómi, at hann lutvíst er orsøk til tað umhvørviskreppu, vit liva í nú, og hugburðin hjá mongum kristnum bólkum til t.d. veðurlagsbroytingar. Í seinna partinum fara vit at leggja fram nakrar høvuðstættir í eini grønari kristnari gudfrøði.

Fyrilesturin snýr seg um munir og líkheitir millum hugmyndina um burðardygga ferðavinnu og hugmyndina um regenerativa ferðavinnu við serligum atliti at entreprenørandanum innan nisjuferðavinnur og hjá íverksetarum. Yvirskipaða perspektivið er burðardygg ’destinatiónsbygging’ og endurbranding av Føroyum.

Fyrilesturin fer at lýsa verandi og komandi náttúruvernd, og kemur inn á ymiskar náttúrufatanir í tí sambandi.

13:05
Frokost steðgur

13:45
Tónleikur/upplestur
Bjørk S. Lamhauge syngur og Marjun S. Kjelnæs lesur upp

13:55
Evni 3 – Náttúra og náttúrumentan
Orstýrari: Michael Jacobæus

Náttúra er ein av høvuðstilfarskeldunum í skaldskapi. Náttúrufyribrigdi, serliga landsløg, eru myndatilfar í yrking og prosa. Náttúra og landsløg kunnu vera evnið, men kunnu eisini vera tað motiv, sum verða nýtt til at viðgera eitt ávíst tema og á tann hátt lýsa ella vísa til kenslur, huglag og sinnisstøður.
Í bókmentum og myndlist kemur náttúra aloftast fyri sum landslag – føroysk landsløg sum mynd fyri tað føroyska, viðhvørt er náttúra lýst við ávísum djórum, serliga fuglum sum motiv. Náttúra meira alment og tá serliga dálkað ella órógvað á onkran hátt kemur fyri í tí, sum verður kallað vistskaldskapi ella vistkritikki, sum m.a. viðger veðurlagsbroytingar og globalu dálkingina.
Eg fari við nøkrum heilt fáum dømum at vísa dømi um náttúrulýsingar í føroyskum skaldskapi frá kvæðunum til okkara tíð.

Hendan framløgan setur tekstin “fuglameingi hjá landsvirði” hjá Sverra Patursson í miðdepilin, og kannar hvussu vit kunnu skilja spurningar um fugl og náttúru gjøgnum tvørfakligt samstarv, sum bæði umfatar bókmentafrøði og náttúruvísund.

Foredraget argumenter for, at det færøske natursyn blandt andet er udviklet gennem billedkunstens idealiserede modeller fra romantikken. Dette har suppleret og understøttet bondens nyttedrevne natursyn. Denne kombination bevirker sandsynligvis en forsimplet naturopfattelse, fordi dette natursyn står i vejen for et faktabaseret naturvidenskabelig vidensparadigme, som ellers bedre kunne argumentere imod det økonomiske pres og den vækstideologi, der altid i sidste ende bliver hovedargumentet for kulturekspansion og naturdestruktion.

15:15
Kaffisteðgur

15:25
Evni 4 – Føroysk náttútufatan – hvar kemur hon frá, og hvar fer hon?
Orðstýrari: Ragnheiður Bogadóttir

Grót í fýra yrkingum frá teimum seinastu hundrað árunum – tað ítøkiliga og tað tilveruspekiliga.

Samspælið millum Havnará og fólkini í býnum er eitt dømi um, hvussu nýtslan og fatanin av einum náttúrufyribrigdi broytir og tillagar seg eftir ymsum tørvum og ynskjum.

Fyrilesturin kannar ávirkanina, sum búskapar-mentanarligar broytingar hava havt á náttúrufatanina hjá føroyingum síðan Bátsbandið fram til í dag, og hvat føroysk fiskisøga kann fortelja okkum um støðuna, sum heimurin er í á umhvørvisøkinum.

16:30
Taka saman um, spurningar og kjak

16:55
Ráðstevnan endar