Ráðstevna: Hvat er náttúra?

Hvat er náttúra?

Føroysk náttúrufatan í fortíð, nútíð og framtíð

Jørðin gerst heitari, sjógvurin hækkar, djórasløg eru hótt. Dálkingin veksur og lívfrøðiliga margfeldið minkar. Seinastu árini er tað vorðið alsamt meiri greitt, at heimurin stendur í einari djúpari umhvørvisligari kreppu. Náttúruvísindini hava í áratíggju granskað og víst á, hvussu illa stendur til, men vit hava ikki megnað at gjørt tað, sum skal til, fyri at venda gongdini. Trupulleikin tykist at hava við okkara grundleggjandi náttúrufatan at gera. Hvussu skilja vit náttúru? Og hvussu hugsa vit um okkum sjálvi sum ein part av náttúruni? Hesir heilt grundleggjandi spurningarnir eru ikki bert náttúruvísindaligir, men tvørvísindaligir, og hava stóran týdning fyri, hvussu vit skipa okkara viðurskifti millum samfelag og náttúru.

Í Føroyum siga vit ofta um okkum sjálvi, at vit liva tætt at náttúruni. Okkara list og bókmentir hálova, lýsa og dramatisera sambandið við náttúruna, og kanska serliga til havið. Men hava vit í Føroyum eina øðrvísi náttúrufatan enn onnur? Ansa vit betur eftir náttúruni og okkara tilfeingi enn onnur lond? Kjakið um Margfeldislógina gjørdi greitt, at hugtakið “náttúra” er ikki eintýtt, men hevur ymsan týdning fyri ymisk fólk. Sostatt gerast spurningarnir um umhvørviskreppuna eisini viðkomandi í føroyskum høpi. Hvat merkir tað, til dømis, at fiska burðardygt? Hvar gongur markið millum umhvørvisvernd og vinnulig áhugamál? Hvørji sjónarhorn gera seg galdandi í kjakinum um ferðavinnu, gongd í haga, landbúnað og lendisnýtslu sum heild? Hvønn týdning kann eitt slag av fugli, ein blóma, ella ein klukka hava fyri føroysku náttúruna og føroyingar sum heild? Hvussu gera spurningar um virði seg galdandi, tá vit hugsa um náttúru? Tosa vit um virði í sjálvum sær, peningaligt virði, mentanarligt virði, ella kanska vistfrøðiligt virði?

Við hesum ymsu spurningum í huga skipar Fróðskaparfelagið fyri einum tvørfakligum tiltaki, sum skal seta evnið føroysk náttura og náttúrufatan í nútíð, fortíð og framtíð í miðdepilin. Vit vilja tí bjóða fólki við ymsari fakligari bakgrund at senda uppskot inn, sum viðgera hetta fjølbroytta evni.

Uppskot kunnu m.a. snúgva seg um, men eru ikki avmarkað til:

  • Náttúrufatan og burðardygd
  • Umhvørvisetikk
  • Náttúrufatanir og list
  • Umhvørvishugvísindi (en. environmental humanities) og økokritikk
  • Náttúrufatanir í søguligum føroyskum høpi: siðsøga, kvæði, sagnir, átrúnaður og lendisnýtsla, o.s.fr.
  • Náttúrutilfeingi (alt frá seyðahaldi og aling á landi til gongd í haga, náttúruvirði og grønt orkuskifti)
  • Náttúrulesiføri (en. Nature literacy) – “hvussu verja vit tað, vit ikki kenna?”
  • Náttúrukreppan og framtíðar ættarlið – Hvørja ábyrgd hava vit av fólki og náttúru, sum ikki eru til enn?

Tiltakið verður hildið sum ráðstevna við fyrilestrum og listaligum uppleggum, og er ætlað øllum, ið hava áhuga fyri evninum, bæði fólk innan list, hugvísindi, samfelagsvísindi og náttúruvísindi. Tiltakið verður 6. november 2021 í Kongshøll.

Tey, ið skipa fyri tiltakinum, vilja eisini virka fyri, at tilfar, sum er við á ráðstevnuni, verður almannagjørt í hóskandi miðli eftir ráðstevnuna.

Send okkum eina stutta lýsing av tí, sum tú ynskir at leggja fram (uml. 300 orð). Send títt íkast til fff@frodskaparfelag.fo áðrenn 1. september 2021. Fyrireikingarbólkurin velur síðani, hvørjar framløgur verða tiknar við, og boðar tær frá.

Vinarliga,

Vegna fyriskipanarbólkin:

Ragnheiður Bogadóttir, Guðrun í Jákupsstovu, Sjúrður Hammer, Michael Jacobæus, Lis Mortensen og Sanna Dahl.

Onnur, sum eru við í fyriskipanarbólkinum, eru:

Elisabeth Skarðhamar Olsen, Gunnar Bjarnason, Kolbrún í Haraldsstovu, Magnus Gaard, Jógvan D. Hansen, Rakul Á. Jakobsen, Petur Steingrund, umframt nevndin í Fróðskaparfelagnum: Erling Isholm, Birgitta Andreasen, Kim Bergkvist, Bergur Rønne Moberg og Katrin Hoydal.