Sambært viðtøkum felagsins kunnu tey gerast limir, sum í verki hava víst, at tey hava granskingarførleika ella í minsta lagi hava útbúgving á masterstigi. Tann, sum søkir um limaskap, kann seta seg í samband við felagið á fff@frodskaparfelag.fo. Eftir umsókn ella uppskoti frá limum býður nevndin teimum limaskap, sum hon metir lúka ásettu treytir.
Limagjaldið er kr 300 um árið, at gjalda á konto í Betri.
- kontonr. 9181-495.171.0
- SWIFT code: EIKBFOTF
- Iban-no: F056 9181 0004 9517 10
Minst til at viðmerkja navn, tá ið goldið verður.