Ráðstevna
Nær: Leygardagin 19. mars 2022
Hvar: Kongshøll, Sjóvinnuhúsið, Vestara Bryggja 15, Tórshavn
Hvat er náttúra?
Føroysk náttúrufatan í fortíð, nútíð og framtíð
Í Føroyum siga vit ofta um okkum sjálvi, at vit liva tætt at náttúruni. Okkara list og bókmentir hálova, lýsa og dramatisera sambandið við náttúruna, og kanska serliga til havið. Men hava vit í Føroyum eina øðrvísi náttúrufatan enn onnur? Ansa vit betur eftir náttúruni og okkara tilfeingi enn onnur lond? Kjakið um náttúrumargfeldislógina gjørdi greitt, at hugtakið “náttúra” er ikki eintýtt, men hevur ymsan týdning fyri ymisk fólk. Sostatt gerast spurningarnir um umhvørviskreppuna eisini viðkomandi í føroyskum høpi. Hvat merkir tað, til dømis, at fiska burðardygt? Hvar gongur markið millum umhvørvisvernd og vinnulig áhugamál? Hvørji sjónarhorn gera seg galdandi í kjakinum um ferðavinnu, gongd í haga, landbúnað og lendisnýtslu sum heild? Hvønn týdning kann eitt slag av fugli, ein blóma, ella ein klukka hava fyri føroysku náttúruna og føroyingar sum heild? Hvussu gera spurningar um virði seg galdandi, tá vit hugsa um náttúru? Tosa vit um virði í sjálvum sær, peningaligt virði, mentanarligt virði, ella kanska vistfrøðiligt virði?
Við hesum ymsu spurningum í huga skipar Fróðskaparfelagið fyri einari tvørfakligari ráðstevnu, sum viðger evnið føroysk náttúra og náttúrufatan í fortíð, nútíð og framtíð.
Ráðstevnan verður leygardagin 19. mars 2022 kl. 10 – 17 í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggju.
Øll eru vælkomin!
– minst til at hava krúss við til kaffimunnin ☕
Vinarliga,
Føroya Fróðskaparfelag
Fyrsta kunningin um ráðstevnuna sæst her.
Lykla dagfestingar
02. aug – abstract kunnu sendast inn01. sep – síðsta freist at senda abstract
10. sep – abstract tíðarfreistin er longd
06. nov – ráðstevnan verður hildin ÚTSETT
19. mar – ráðstevnan verður hildin
Nýggjastu tíðindi um ráðstevnuna
Innbjóðing til eitt serrit av Fróðskaparriti um náttúrufatanir
Góðu tit, sum vístu áhuga og skipaðu fyri ráðstevnuni um náttúrufatanir. Vit hava nú orðað eina innbjóðing (eitt sonevnt ”call”) og sett eina gestaritstjórn at skipa eitt serrit av Fróðskaparriti um náttúrufatanir, og vit vilja tí við hesum bjóða tykkum øllum at senda úrtak inn, uttan mun til um tit løgdu fram á ráðstevnuni. Vit vóna at tit eru sinnaði at senda okkum eitt greinaheiti og úrtak fyri 15. januar, og so fáa tit boð…
les meira Innbjóðing til eitt serrit av Fróðskaparriti um náttúrufatanir
Nú styttist til ráðstevnuna!
Vit síggjast í morgin leygardagin 19. mars 2022 í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggju í Tóshavn, til ráðstevnuna Hvat er Náttúra? Tað fer eisini at bera til at síggja øll uppleggini beinleiðis á netinum! Ráðstevnan verður stroymd á hesari leinkju: https://youtu.be/Lh1QVrY_kO0. Øll eru vælkomin!
Ráðstevnan, Hvat er Náttúra? verður 19. mars!!
Fróðskaparfelagið skipar fyri ráðstevnu: Hvat er náttúra? – Føroysk náttúrufatan í fortíð, nútíð og framtíð.
Rástevnan skuldi havt verið í november 2021, men bleiv útsett orsaka av koronastøðuni. Men nú verður tað so!! Vit síggjast leygardagin 19. mars 2022 kl. 10 – 17 í Kongshøll í Sjóvinnuhúsunum á Vestaru bryggju 🙂
Ráðstevnan, Hvat er náttúra? er ÚTSETT!
Góði tit øll Vit eru sera hørm um at vera noydd at boða frá, at ráðstevnan um náttúrufatan, sum skuldi vera leygardagin 6. november 2021 er útsett orsakað av koronastøðuni. Ætlanin er at hava ráðstevnuna seinni, tá støðan við smittuni er vorðin betri. Nærri boð koma, tá tað er avgjørt, nær ráðstevnan verður. Vinarliga,Føroya Fróðskaparfelag
Ráðstevnu plakat og skrá
Ráðstevnan ”Hvat er náttúra? Føroysk náttúrufatan í fortíð, nútíð og framtíð” hevur fingið flotta plakat prýdda við verki eftir Kolbrún í Haraldsstovu @kolbrunarlist.