Tema í hesum blaðnum er náttúrufatan.
Náttúran hevur eina ferð áður verið tema í Frøði. Tað var í 2013, og evnið tá var lívfrøðiligt margfeldi og lendisnýtsla. Greinarnar bygdu á eina ráðstevnu, sum Fróðskaparsetrið, Søvn Landsins, Náttúrugripasavnið og Búnaðarstovan skipaðu fyri.
Ein tráður í evnunum í 2013 var, at økt atlit til náttúru og vistskipanir geva okkum ferfalt aftur, tí ein náttúra, sum verður væl umsitin, kastar munandi meira av sær. Í 2013 var semja um, at føroyska náttúran verður ov hart troytt, og at hon tískil er í stórum vanda fyri áhaldandi lívfrøðiligum missi. Tað fór tí at verða neyðugt at seta tiltøk í verk beinan vegin til tess at steðga niðurpíningini av náttúruni.
Tíðin var búgvin til at landbúnaður, náttúrufyrisiting og gransking í felag tóku neyðug stig at gera eina ætlan fyri burðardygga lendisnýtslu í Føroyum.
Nú sløk 10 ár seinni varð føroyska náttúran aftur viðgjørd, hesa ferð út frá einum meira hugmyndaligum sjónarhorni. Kjakið um nýggju margfeldislóggávuna vísti millum annað, at hugtakið náttúra er ikki eintýtt, men hevur ymsan týdning fyri ymisk fólk. Ráðstevnan snúði seg tí fyrst og fremst um náttúrufatan.