Lima- og aðalfundur 2022


Dagur og klokka:
Fríggjadagin 25. november 2022, kl. 17:00

Fundarstaður:
Havstovan, Nóatún 1, Tórshavn

Skrá

  • kl 17:00 Fyrilestrar
    • Ian Salter, Havstovan
    • Sissal V. Erenbjerg, Fiskaaling
  • kl 17:45 Ársaðalfundur
    1. Forkvinnan setir aðalfundin
    2. Frágreiðing frá nevndini fyri farna árið
    3. Frøði útgávur 2022
    4. útgávuvirksemi hjá Fróðskapi
    5. Um Fróðskaparrit
    6. Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram og limagjald ásett
    7. Val av nevndarlimum og grannskoðarum
    8. Ymiskt
  • kl 19:15 Borðhald

Mál á skrá?

Tey, ið annars vilja hava serstøk mál umrødd undir ymiksum, verða biðin um at boða nevndini frá í seinasta lagi 18. november 2022 í telduposti til fff@frodskaparfelag.fo.

Limagjald

Tey, sum enn ikki hava goldið limagjaldið fyri 2022, verða biðin um at gjalda kr. 300 á konto felagsins 9181-4951710 í Betri Banka. Minnist til at viðmerkja navn tykkara!

Sí annars viðtøkurnar hjá felagnum.

Vinaliga
Nevndin