Lima- og aðalfundur 2021

Dagur og klokka:
Fríggjadagin 26. november 2021, kl. 17.00 (stundisliga)

Fundarstaður:
Søgu- og Samfelagsdeildin, Jónas Broncks gøta 25, í hølunum í niðastu hædd

SKRÁ

  1. Kl. 17:00 Sigurd Christiansen, Post Doc, Fróðskaparsetur Føroya: ”Hvussu havið ávirkar skýggj
  2. kl. 17:45 Ársaðalfundur
    1. Formaðurin setir aðalfundin. Val av orðstýrara og skrivara
    2. Frágreiðing frá nevndini fyri farna árið
    3. Frøði-útgávur 2021
    4. Útgávuvirksemi hjá Fróðskapi
    5. Um Fróðskaparrit
    6. Vísindi.fo
    7. Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram og limagjald ásett (Kim Bergkvist)
    8. Val av nevndarlimum (trý fólk; Katrin Hoydal, Kim Bergkvist og Erling Isholm standa fyri vali, harumframt skal nevndarlimur veljast fyri Berg R. Moberg, sum er fluttur til Danmarkar) og grannskoðarum
    9. Ymiskt
      1. Umboðan í Orðabókagrunninum
      2. Annað
  3. kl 19:15 Borðhald

LIMAGJALD

Tey, sum enn ikki hava goldið limagjaldið fyri 2021, verða biðin um at gjalda kr. 300 á konto felagsins 9181-495.171.0 í Betri Banka (Yviri við Strond 2, FO-100 Tórshavn, SWIFT code: EIKBFOTF, Iban-no: F056 9181 0004 9517 10) Minnist til at viðmerkja navn tykkara! Sí annars www.frodskaparfelag.fo har viðtøkurnar eru at finna.

Felagið sendir út fráboðanir við telduposti, og tí biðja vit um, at tit eftirkanna teldupostadressuna og dagføra hana, um tað er neyðugt. Tað gerst best við at senda eitt t-bræv til fff@frodskaparfelag.fo, viðmerkt “limur í felagnum”.

Vinaliga
Nevndin