Innbjóðing til eitt serrit av Fróðskaparriti um náttúrufatanir

Góðu tit, sum vístu áhuga og skipaðu fyri ráðstevnuni um náttúrufatanir.

Vit hava nú orðað eina innbjóðing (eitt sonevnt ”call”) og sett eina gestaritstjórn at skipa eitt serrit av Fróðskaparriti um náttúrufatanir, og vit vilja tí við hesum bjóða tykkum øllum at senda úrtak inn, uttan mun til um tit løgdu fram á ráðstevnuni.

Vit vóna at tit eru sinnaði at senda okkum eitt greinaheiti og úrtak fyri 15. januar, og so fáa tit boð aftur frá gestaritstjórnini í seinasta lagið 15. februar 2023, um úrtakið er góðtikið. Freistin at lata inn handrit til greinina sjálva verður 31. mai 2023.

Innbjóðingin kann lesast her.

Vit eru eisini sera takksom um tit vilja senda hesa innbjóðingina til ein og hvønn sum kanska hevur áhuga í náttúru og náttúrufatan. Vit vóna eisini at onkur tykkara kunnu samstarva tvørtur um ymisk fakøki,  um eina tankavekjandi og tvørfakliga grein.

Vinaliga

Gestaritstjórnarbólkurin:

Tóta Árnadóttir (totaa@setur.fo)
Sjúrður Hammer (sjurdurh@us.fo)
Ragnheiður Bogadóttir (ragnheidurb@setur.fo