Dagførd 25. juni 2013
Tekstur
Skrivið eina grein, ið er 2-5 vanligar A4-síður til longdar (t.e. 12 pkt. við 1700 – 2000 teknum pr. síðu við hálvum øðrum reglugloppi). Teksturin má vera í Word.
Myndir
Sendið myndirnar saman við greinini. Útsetið hetta ikki til seinni og roynið bert í serligum føri at lata alt arbeiðið við myndum upp í hendurnar hjá ritstjórnini. Minnist til myndatekstin og upplýsingar um myndatakara el. heimild. Fyri hvørja A4-síðu av teksti skal roknast við minst einari mynd. Talgildar (digitalar) myndir mugu vera minst 300 dpi.
Tekstboks
Gerið møguligt uppskot um tekstboksir, t.e. partar av tekstinum kunnu brótast um serskilt.
Rithøvundur
Sendið eina andlitsmynd.
Skrivið nakrar reglur um tína útbúgving, starvsøki, og sigið frá starvsroyndum, sum eru viðkomandi fyri evnið í greinini (í mesta lagi 50-60 orð).
Upplýsið teldupostadressu.
Rættlestur
Tá ið teksturin er rættlisin, sendir ritstjórnin hann aftur til høvundin. Verður broytt ella rættað meiri í tekstinum, vinaliga nýtið sama skjal (dokument), men víðkið navnið á skjalinum við tí dato, seinastu rættingarnar eru gjørdar og sendið skjalið aftur. (dømi: Brúdleypssiðirbja030513)
Umseting og málslig tillaging
Ritstjórnin tilskilar sær rætt til at góðtaka greinina og gera málsligar tillagingar og mæla til broytingar í uppsetingini av greinini. Er tað greitt, at greinin fer at krevja serliga tunga málsliga viðgerð, t.d. týðing, so gerið eina avtalu við ritstjórnina um hetta.
Haldið avtalur!
Um ein avtala er gjørd við ritstjórnina, um nær greinin skal latast inn, so VINALIGA HALDIÐ AVTALUNA!
Spurningar
Eru spurningar, sendið teldubræv til samskiparan.
Vinaliga
Helgi Jacobsen, samskiparin