Mánamorgunin 10. januar 2022 bórust boðini um, at Anfinnur Johansen var farin, 68 ára gamal. Ikki vardi tað okkum starvsfólk á Føroyamálsdeildini, at hann hevði stigið síni seinastu spor á Føroyamálsdeildini, tá ið vit fóru í jólafrí. Vit vistu, at støðan var vánalig, men hann gramdi seg ikki. Stillførur sum hann var, bar hann sína lagnu við virðing.
Anfinnur var føddur á Skála í 1953. Hann var útbúgvin mag. art. í norrønari filologi á universitetinum í Keypmannahavn í 1990. Serritgerð hansara var um mansnøvn í Eysturoy frá umleið 1540-1982. Hesin áhugin fyri fólkanøvnum fylgdi honum gjøgnum alt hansara akademiska lív. Hann var formaður fyri navnanevndina frá 1992 til nú hann doyði. Hesa uppgávu røkti hann væl og virðiliga øll árini. Hann hevði serliga stóran áhuga fyri fólkanavnafrøði og hevði nógv skeið í hesum evni. Annars undirvísti hann eisini í norrønum, eddukvæðum og staðarnavnafrøði. Hann dugdi væl at læra frá sær, og studentarnir flokkaðust til hansara tímar. Frá 1990 til 1997 arbeiddi Anfinnur sum orðabókaritstjóri á Føroyskari orðabók (Móðurmálsorðabókini), og í 1998 varð hann settur sum adjunktur og frá 2001 sum lektari á Føroyamálsdeildini.
Boð vóru ofta eftir Anfinni til ymsar nevndarsessir. Hann sat m.a. sum nevndarlimur í Orðabókagrunninum og Málráðnum í nógv ár. Hann var limur í Staðarnavnanevndini og var føroyskt umboð í stýrinum fyri NORNA, sum er norðurlendskur felagsskapur fyri navnagransking. Saman við øðrum málfrøðingum var hann við til at stovna tíðarritið Málting í 1991 og var í ritstjórnini øll árini, tíðarritið var virkið. Hann var nevndarlimur og varanevndarlimur í Norðurlendskum felag fyri orðabókagerð. Eitt skifti var hann nevndarlimur í Magistarafelag Føroya, eins og hann sat í nevndini fyri Fróðskaparfelagið. Eisini var hann í ritstjórnini á Fróðskaparritum.
Anfinnur røkti trúgvur starvið sum klokkari við Havnar kirkju í mong ár, og í nógv ár var hann nevndarlimur í Føroyskum Kirkjumáli.
Nú vóru boð eftir Anfinni. Ein rødd er tagnað. Ein stólur stendur tómur. Tann seinasta navnaumbønin er avgreidd, og tann seinasti fyrilesturin um norrøna bendingarlæru er havdur. Tað virkar so óveruligt og meiningsleyst, at vit ikki longur skulu hoyra tey løttu fetini og ta mjúku røddina hjá hesum dámliga og viðeiriliga manni. Størstur er saknurin hjá tykkum avvarðandi, sum eftir sita. Okkara tankar leita til tykkara, ið nú syrgja og sakna. Vita skulu tit, at vit hava tykkum øll í huga í hesi sváru tíð og syrgja saman við tykkum.
Vit starvsfólk á Føroyamálsdeildini vilja við hesum fáu orðum vísa okkara samkenslu. Vit vilja minnast okkara góða starvsfelaga við takklæti og djúpari virðing og lýsa frið yvir minnið um Anfinn Johansen, okkara trúgva og drúgva starvsfelaga.
Starvsfólkið á Føroyamálsdeildini