Sambært viðtøkum felagsins kunnu tey gerast limir, sum í verki hava víst, at tey hava granskingarførleika ella í minsta lagi hava útbúgving á masterstigi. Tann, sum søkir um limaskap, kann seta seg í samband við felagið á fff@frodskaparfelag.fo. Eftir umsókn ella uppskoti frá limum býður nevndin teimum limaskap, sum hon metir lúka ásettu treytir.

Limagjaldið er kr 300 um árið.

Felagið nýtir MínRokning til limaskrásetingarnar, tú kann skráseta teg sum lim her.

Um tað av einhvørjari orsøk ikki ber til at nýta MínRokning, so ber eisini til at gjalda á konto í Betri.

  • kontonr. 9181-495.171.0
  • SWIFT code: EIKBFOTF
  • Iban-no: F056 9181 0004 9517 10

Minst til at viðmerkja navn, tá ið goldið verður.