Síðan Føroya Fróðskaparfelag bleiv stovnað, hevur felagið givið út bøkur og rit.
Í 2005 bleiv bókaforlagið Fróðskapur sp/f sett á stovn. Fróðskaparfelagið er høvuðseigari í forlagnum, sum tað rekur saman við Fróðskaparsetri Føroya. Fróðskapur sp/f stendur nú fyri bókaútgávunum og gevur í meðal 5 bøkur út árliga. Harumframt kemur árliga vísindaliga tíðarritið hjá Fróðskaparfelagnum, sum kallast Fróðskaparrit og vísindaliga bókarøðin ið kallast Supplementum.
Fróðskaparfelagið gevur eisini út populervísindaliga ritið Frøði.