Dagurin, – tað var fríggjadagurin 12. februar, – byrjaði so væl. Vár var aftur til arbeiðis á Námsvísindadeildini eftir stutta sjúkralegu, og hon føldi seg so væl, segði hon. Hon stóð og prátaði úti í gongini saman við starvsfelagum, og vit fegnaðust um, at hon hevði tað so gott. Tað, sum eingin grunaði henda morgunin, var, at hennara lívsskeið var runnið.
Vár sá dagsins ljós 07. mars 1958 í Havn. Hon var dóttir Katrina og Ólav Michelsen, ið góvu henni dyggan førning, og kom hann at leggja lunnar undir hennara lívsverk.
Eg hitti Vár á fyrsta sinni í realskúlanum í Havn fyri 50 árum síðan. Tað, sum eg rættiliga skjótt gáaði um, var hennara serliga alsk til norrøna skaldskapin og serstakliga skaldskapin av mannamunni. Tað er tað, sum stendur týðiligast eftir í mínum huga so nógv ár seinni; kanska tí at tað var óvanligt tá.
Vár fór á Føroya Læraraskúla og fekk prógv í 1981. Í 1983 fór hon á Føroyamálsdeildina, og har tók hon exam.art.-prógv í 1985. Har møtti hon Zakarisi Svabo Hansen, ið hon giftist við. Saman fingu tey sonin, Ólavur, í 1988. Í 1992 tók hon mag.art.-prógv í norðurlendskum bókmentum á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Heimafturkomin undirvísti Vár á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í mong ár. Eitt tíðarskeið arbeiddi hon tó sum ritstjóri á Føroya Skúlabókagrunni. 2010 vardi Vár Phd-ritgerð sína við heitinum “Mellem tradition og modernitet”, ið snúði seg um føroyskt sum lærugrein á miðnámi.
Stutt eftir – í 2013 – varð hon sett í starv sum granskari í móðurmáls- lærufrøði á Námsvísindadeildini, og har starvaðist hon, nú hon fór frá okkum.
Okkara vegir umskaraðust fleiri ferð ígjøgnum lívið tey 50 árini, vit kendust. Synirnir gingu í flokki saman og spældu hondbólt saman. Ein part av tíðini var Vár venjari.
Seinni hittust vit aftur á Skúlabókagrunninum, hon, sum ritstjóri, og eg sum høvundur. Vit arbeiddu saman um fleiri verkætlanir, og eg kann siga, at Vár var framúr góður ritstjóri. Hon var so eldhugað og væl vitandi, og tað hevur stóran týdning, tá støða skal takast til ymiskt, ella tá ið tilfar skal veljast út.
Vit báðar undirvístu í føroyskum á Námsvísindadeildini tey síðstu 6-7 árini. Og eg haldi, at tað, sum serstakliga eyðkendi Vár, var, at hon var ein eldsál; hon var ein gávurík eldsál, ið fevndi víða. Hon var so áhugað í øllum, sum rørdist uttan um hana. Allir tættir innan skúlaskap, undirvísing, bókmentir, mál og list stóðu hennara hjarta næst. Serligan áhuga hevði hon fyri talgildum miðlum, sum hon granskaði í, og serliga nógva orku legði hon í miðnámslærufrøði.
Vár tókst við so mangt. Hon sat í nógvum ymiskum nevndum bæði innan- og uttanlands. Millum annað sat hon í fleiri ár sum nevndarlimur í Fróðskaparfelagnum, og var hon eisini í nøkur ár høvuðsritstjóri á Frøði. Vit koma ikki uttanum, at hon var ein íðin ummælari í Kringvarpi Føroya. Eitt annað virksemi, sum kanska ikki so nógv vita um, var serliga hegnið til handarbeiði og brodering.
Vóru boð eftir Vár, var hon altíð fús at hjálpa. Hon var eitt arbeiðsgrev og fekk nógv av skafti.
Eitt annað, ið eyðkendi Vár, var hennara glaða og káta lyndi. Henni dámdi at vera saman við øðrum, og tað var altíð stuttligt at vera har, sum hon var. Hon var ikki bara gávurík, men eisini gávumild og hjartagóð. Hon hevði stóra umsorgan fyri sínum næstu, eisini næmingum og lesandi. Hon kærdi seg um, hvussu tað gekst øðrum, og tað vóru mong henni takksom fyri.
Vit eru Vár takksom fyri alt, sum hon var og gav. Friður veri við hennara minni!
Á aðalfundinum 26. november 2021,
Lydia Didriksen