Limatiltak: Hugni eftir Vísindavøku

Árliga Vísindavøkan verður fríggjadagin 24. september í Kongshøll við nógvum áhugaverdum fyrilestrum. Skráin fyri Vísindavøku sæst her.

Felags hugni aftaná – kom við!

Vit enda dagin við einum felagstiltaki saman við Granskingarráðnum við mati frá Gutta, onkrum leskandi og góðum undirhaldi. Hetta verður frá á leið kl. 16.15-16.30. Tað eru fyri allir limir í Fróðskaparfelagnum og øll á stovnunum, sum hava verið til Vísindavøkuna, annaðhvørt við fyriskipan ella við framløgu ella tiltaki.

Eisini fer at bera til at tekna seg sum lim í Fróðskaparfelagnum á staðnum 🙂

Møtið fjølment.

Vinarliga
Nevndin í Føroya Fróðskaparfelag