Um okkum

Føroya  Fróðskaparfelag er stovnað í 1952.

Eitt mið felagsins var at “virka fyri at fáa settan á stovn ein ognargrunn og soleiðis royna at leggja støðið undir ein komandi lærdómsstovn í Føroyum.” Hetta eydnaðist, og í 1965 varð Fróðskaparsetur  Føroya sett á stovn. Frá 1965 til 1987, tá ið setrið fekk nýggja stýrisskipan, átti felagið 3 av 5 limum í setursráðnum.

Felagið og Fróðskaparsetrið hava í nógv ár samstarva um orðabókaarbeiði, útgávuvirksemi, almennar fyrilestrar o.tíl. Í 2006 stovnaði Fróðskaparfelagið saman við Fróðskaparsetrinum forlagið Fróðskap.

Nevndin í ár 2012 er fylgjandi:

Firouz Gaini, formaður
Karin Margretha larsen, næstforkvinna
Hans Ellefsen, kassameistari (nývaldur)
William Simonsen, skrivari
Vár í Ólavsstovu (nývald)

Tiltakslimir:
Erling Isholm
Gunnvør á Norði

Til ber at venda sær til felagið umvegis heimasíðuna og á telduposti: fff@frodskaparfelag.fo

Comments are closed.