Tema í hesum blaðnum er náttúrufatan. Náttúran hevur eina ferð áður verið tema í Frøði. Tað var í 2013, og evnið tá var lívfrøðiligt margfeldi og lendisnýtsla. Greinarnar bygdu á eina ráðstevnu, sum Fróðskaparsetrið, Søvn Landsins, Náttúrugripasavnið og Búnaðarstovan skipaðu fyri. Ein tráður í evnunum í 2013 var, at økt atlit til náttúru og vistskipanir…
Báðar Frøði útgávurnar frá 2022 kunnu nú takast niður sum pdf, trýst á myndirnar niðanfyri fyri at opna blaðið í nýggjum kaga. Eisini ber til at lesa eldri Frøði bløð her.
Góðu tit, sum vístu áhuga og skipaðu fyri ráðstevnuni um náttúrufatanir. Vit hava nú orðað eina innbjóðing (eitt sonevnt ”call”) og sett eina gestaritstjórn at skipa eitt serrit av Fróðskaparriti um náttúrufatanir, og vit vilja tí við hesum bjóða tykkum øllum at senda úrtak inn, uttan mun til um tit løgdu fram á ráðstevnuni. Vit…
Dagur og klokka:Fríggjadagin 25. november 2022, kl. 17:00 Fundarstaður:Havstovan, Nóatún 1, Tórshavn Skrá Mál á skrá? Tey, ið annars vilja hava serstøk mál umrødd undir ymiksum, verða biðin um at boða nevndini frá í seinasta lagi 18. november 2022 í telduposti til fff@frodskaparfelag.fo. Limagjald Tey, sum enn ikki hava goldið limagjaldið fyri 2022, verða biðin…