1. gr. Navn felagsins er Føroya Fróðskaparfelag. Heimstaður felagsins er í Tórshavn.

2. gr. Mið felagsins eru:

  1. At fremja samstarv millum fólk í Føroyum, sum takast við vísindaligt starv.
  2. At upplýsa alment um vísindalig viðurskifti við útgávuvirksemi og fundum.
  3. At menna føroyskt sum vísindamál.

3. gr. Limir í felagnum kunnu tey gerast, sum í verki hava víst, at tey hava granskingarførleika ella í minsta lagi hava útbúgving á masterstigi. Tann, sum søkir um limaskap, kann seta seg í samband við felagið. Eftir umsókn ella uppskoti frá limum býður nevndin teimum limaskap, sum hon metir lúka ásettu treytir.

4. gr. Nevndin skipar í minsta lagi fýra ferðir um árið fyri limafundum við framløgu, orðaskifti og hugna. Aftrat hesum skipar hon fyri almennum fyrilestrum.

5. gr. Felagið verður stjórnað av 5-manna nevnd, vald á ársaðalfundinum. Ársaðalfundurin velur eisini 2 tiltakslimir. Nýggja nevndin skipar seg sjálv á fyrsta nevndarfundinum. Nevndarlimirnir standa fyri vali annaðhvørt ár; annaðhvørt ár standa 2 nevndarlimir fyri vali og annaðhvørt ár standa (hinir) 3 nevndarlimir fyri vali. Tiltakslimirnir standa fyri vali hvørt ár. Fer nevndarlimur frá mitt í valskeiðnum, so tekur tiltakslimur við í hansara stað. Um fleiri fólk stilla upp enn tað eru sessir, so verður skrivlig atkvøðugreiðsla, har hvør limur kann atkvøða fyri so nógvum fólkum, sum skulu veljast. Um tað stendur á jøvnum verður lutakast. Fráfarandi nevndarlimir kunnu veljast aftur. Nevndin kann taka sær fólk til hjálpar, um hon heldur tað vera neyðugt. Nevndin heldur fund, tá formaðurin ella í minsta lagi 3 nevndarlimir halda tað vera neyðugt.

6. gr. Aðalfundur felagsins verður hildin á hvørjum ári í november við hesi dagsskrá:

  1. Frágreiðing frá farna árinum.
  2. Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram og limagjald ásett.
  3. Val av nevndarlimum, sum standa fyri vali, tiltakslimum og grannskoðarum. Miðað verður móti, at bæði hugvísindi og náttúruvísindi eru umboðað í felagsnevndini.
  4. Ymist.

7. gr. Ársaðalfundur verður lýstur við 14 daga freist í brævi ella telduposti til hvønn einstaka lim. Lógliga lýstur aðalfundur er altíð viðtøkuførur.

8. gr. Eykaaðalfundur verður lýstur sum vanligur ársaðalfundur og hevur tá sama gildi sum hann.

9. gr. Mið felagsins kunnu ikki vera broytt ella felagið avtikið, uttan at allir limir hava havt høvi til skrivliga at siga hugsan sína, og at 2/3 av teimum, sum svarað hava ella verið á aðalfundi, tá eru fyri.

10. gr. Um felagið verður avtikið, ganga ognir tess til Fróðskaparsetur Føroya.

11. gr. Hesar viðtøkur koma í gildi 26-02-2016. Samstundis fara úr gildi viðtøkur Føroya Fróðskaparfelags frá 05.09.2011.

Soleiðis samtykt á eykaaðalfundi 26.02.2016.