Føroya  Fróðskaparfelag er stovnað í 1952.

Eitt mið felagsins var at “virka fyri at fáa settan á stovn ein ognargrunn og soleiðis royna at leggja støðið undir ein komandi lærdómsstovn í Føroyum.” Hetta eydnaðist, og í 1965 varð Fróðskaparsetur  Føroya sett á stovn. Frá 1965 til 1987, tá ið setrið fekk nýggja stýrisskipan, átti felagið 3 av 5 limum í setursráðnum.

Felagið og Fróðskaparsetrið hava í nógv ár samstarva um orðabókaarbeiði, útgávuvirksemi, almennar fyrilestrar o.tíl. Í 2006 stovnaði Fróðskaparfelagið saman við Fróðskaparsetrinum forlagið Fróðskap.

Til ber at venda sær til felagið á telduposti: fff@frodskaparfelag.fo