Jóhan Hendrik áttati

johanhendrikwp

Í dag, fríggjadagin 20. juni fyllir mæti málfrøðingur okkara Jóhan Hendrik W. Poulsen 80 ár. Fáur hevur við so neyvum nærlagni tikið sær av at menna føroyska málið, í nærum øllum tættum og viðurksiftum, sum Jóhan Hendrik.

Jóhan Hendrik er kendur víða um land, og mong eru tey, ið minnast, tá ið hann hegnisliga greiddi frá teimum mongu spurningum hann fekk frá fólki ymsastaðni í landinum í útvarpstáttinum Orðabókin. Jóhan Hendrik stóð fyri hesum tátti í Útvarpi Føroya frá 1969 til 1993, og eftir hann liggur ein stór bók, við øllum teimum 198 sendingunum á prenti. Tað var starvsfelagi Jóhan Hendriks, málfrøðingurin Anfinnur Johansen, sum stóð fyri at greiða sendtingarnar til prent, og Sprotin gav út í 2009, tá ið Jóhan Hendrik fylti 75.

Jóhan Hendrik er føddur í Sumba, har foreldrini Kristianna og Niels Winther Poulsen, ið var lærari, búðu. Seinni fluttu tey til Skopunar, har Jóhan Hendrik vaks upp. Jóhan Hendrik las fyrst latín og enskt eitt skifti við lærda háskúlan í Keypmannahavn, men fór seinni at lesa norrøna málfrøði. Hann tók mag.art. prógv í 1966.

Jóhan Hendrik kom at starvast á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum í 1970, m.a. saman við Chr. Matras, sum tá var professari har. Á Føroyamálsdeildini starvaðist Jóhan Hendrik til 1. september 1997.

Stórur partur av arbeiðinum hjá Jóhan Hendriki hevur snúð seg um at savna føroysk orð, sum vóru um at fara í gloymskuna. Fleiri dømi eru um gomul og nær um útdeyð orð, sum Jóhan Hendrik hevur kveikt lív í aftur við nýggjum týdningi. Orð og heiti úr hesi rúgvu kunnu vera kvikil, telda, teldil, tyrla og grindil, orð, sum verða brúkt í málinum í dag fyri nýggj hugtøk og fyribrigdi.

Fróðskaparfelagið ynskir Jóhan Hendriki hjartaliga til lukku við teimum áttati árunum, við tøkk fyri megnaravrik, føroyska málinum at frama og við vón um mong góð ár afturat.

Heilsan

Føroya Fróðskaparfelag

17. maidagshald í Norðurlandahúsinum

norskur_tjodardagur

Fróðskaparfelagið er við sum fyrireikari tá 200 árið fyri norsku grundlógini verður markerað við einum serligum 17. mai dagshaldi í Føroyum.
Tað er Føroyskt-Norskt Felag í tøttum samstarvi við Fróðskaparfelagið og Norrøna Felagið, sum skipar fyri haldinum. Haldið verður í Norðurlandahúsinum millum klokkan 14 og 18.
Dagurin verður hildin í norskum 17. mai anda við felagssangi, røðum, framførslum og ymsum spølum fyri børnini. Kaj Leo Holm Johannessen, løgmaður, heldur setanarrøðuna, og millum teirra, ið fara at bera fram heilsu, er norski konsulin í Føroyum, Peter Even Djurhuus.
Tveir fyrilestrar verða á skránni. Hans Andrias Sølvará,lektari á Fróðskaparsetrinum heldur ein søguligan fyrilestur, sum tekur útgangsstøði í friðaravtaluni, sum var undirskrivað í Kiel í januar 1814, og sum var orsøkin til, at norðmenn settust at orða eina grundlóg fyri landið, og sum var undirskrivað á Eidsvoll 17. mai sama ár. Sama friðaravtala var eisini orsøkin til, at Føroyar og hini hjálondini í Norðuratlantshavi komu beinleiðis undir danskt ræði.
Hin fyrilesturin heldur Vár í Ólavsstovu, adjunktu. Hon fer at greiða frá um norskar bókmentir og rithøvundar, um tað mundið, tá norska grundlógin varð skrivað.
Eisini verður framførsla við Hanusi G. Johansen, sum jú hevur fleiri norskar sangir á síni sangskrá, ikki minst hansara egnu tónasetingar av yrkingum hjá Jacob Sande.
17. mai tiltakið í Norðurlandahúsinum er ókeypis og ætlað øllum áhugaðum.

Skrá fyri 17. mai haldið
Kl. 14.00: Tone Kjeld bjóðar væl komin og setir hátíðarhaldið. Norski tjóðsangurin verður sungin, og Kaj Leo Johannesen løgmaður Føroya heldur røðu. Petur Even Djurhuus norskur aðalkonsul ber fram heilsan úr Noregi
Kl. 14.20: Søguligur fyrilestur um friðin í Kiel og avleiðingarnar av honum í norskum og føroyskum høpi v/ Hans Andrias Sølvará
Kl. 15.00: Felagssangur
Kl. 15.20: Fyrilestur um norskar bókmentir og rithøvundarfyri 200 árum síðani v/ Vár í Ólavsstovu (Skálin). Børnini tekna í Dansistovuni og teknifilmur verður vístur.
Kl. 16.00: Leikir og spøl
Kl. 16.30: Kaffi/the við siðbundnum norskum køkum, bakaðar eftir 200 ára gomlum uppskriftum og smakkiroyndir av øðrum siðbundnum norskum mati.
Kl. 17.20: Hanus G. Johansen syngur norskar vísur
Kl. 18.00: Tiltakið endar