Er lív á Mars: Føroyar kunnu gerast royndarøki fyri rúmdarferðum til Mars

Almennur fyrilestur verður á Tjóðsavninum, Brekkutún 6 í Hoyvík, leygardagin 16. august kl. 13, har granskarar, sum vitja Jarðfeingi, greiða frá, hvussu Føroyar eru í ferð við at gerast royndarøki fyri gransking av Mars.
“Hevur lív nakrantíð verið á gongustjørnuni Mars? Og um so er, hvat skap høvdu hesar livandi verur?” Hesir spurningar eru høvuðsmál hjá amerikansku rúmdarkanningarstovnunum NASA og ESA á kanningarferðum til Mars. Curiosity, sum er rúmdarakfar hjá NASA, ferðast í løtuni á Mars við hópin av útgerð, so sum myndatólum og øðrum tólum, sum kunnu kanna steinsløg og lívrunnin evni.

Ein nýggjur rúmdarrobottur, nevndur ExoMars, hjá ESA, væntast at vera klárur í 2018. Hann fer at hava boriútgerð, sum er før fyri at taka tríggjar metrar djúpar royndir av yvirflatuni á Mars. NASA fyrireikar í løtuni Mars 2020 kanningarferðina, har ætlanin er at savna inn hópin av tilfari á Mars, sum verður tikið heim til Jørðina seinni til nágreiniligar kanningar.
Ein nýggjur rúmdarrobottur, nevndur ExoMars, hjá ESA, væntast at vera klárur í 2018. Hann fer at hava boriútgerð, sum er før fyri at taka tríggjar metrar djúpar royndir av yvirflatuni á Mars. NASA fyrireikar í løtuni Mars 2020 kanningarferðina, har ætlanin er at savna inn hópin av tilfari á Mars, sum verður tikið heim til Jørðina seinni til nágreiniligar kanningar.

Síðan 2003 eru hesi rúmdarakfør ment á støðum á Svalbard, sum minna um Mars. Hetta er partur av norsku verkætlanini AMASE (Arctic Mars Analog Svalbard Expedition). Nýggjar dátur um legugrýti á Mars vísa, at føroyska kolalindin minnir um tilfar frá Mars. Eins og á Mars stava føroysk sedimentir frá tærdum basalti, har leysa tilfarið verður ført við vatni út í áir og vøtn. Verkætlanin AMASE 2014 ætlar at brúka støð í Suðuroy og á Tindhólmi til at kanna vísindaligar spurningar og at royna tól umborð á ExoMars-robottinum hjá ESA.

Slíkar dátur úr Føroyum verða liður í fyrireikingunum av rúmdarferðini, tá robotturin ExoMars skal lenda á gongustjørnuni Mars í 2019.

Tiltakið á Tjóðsavninum, Brekkutún 6 í Hoyvík, leygardagin kl. 13:00 er alment og ókeypis.

Fróðskaparfelagið á ráðstevnufundi í Riolunato

Í sambandi at vitjað varð hjá føroyavininum og fróðarmanninum Gianfranco Contri í Riolunato í Italia, hevði John Dalsgarð formaður Fróðskaparfelags høvi at greiða frá Fróðskaparfelagnum, møguleikum fyri samstarvið við italsk fróðarfólk og um fráflyting úr Føroyum. Framløgan var á føroyskum máli og Gianfranco Contri týddi til italskt. Hetta fór fram á ráðstevnufundi, sum italska vísindafelagið Accademia del Frignano ‘Lo Scoltenna’, sum er samstarvsfelag hjá Fróðskaparfelagnum, skipaði fyri 8. august 2014 í bygdini Groppo við Riolunato, har einir 40 luttakarar vóru.

Á ráðstevnuni vóru tveir søguligir fyrilestrar um fráflyting úr Italia sum heild kring heimin. Fyrri fyrilesturin var í høvuðsheitum ein minningarframløga, ið snúði seg um arbeiðið hjá einum staðbundnum verkafelagsformanni, Antonio Parenti at hjálpa fráflytarum úr landslutinum Emilia-Romagna í Italia, ið vóru fluttir burtur í heim at arbeiða. Hin fyrilesturin snúði seg um italiufólk, ið vóru flutt til kolanámsøki í Fraklandi árini 1880-1978.

Accademia del Frignano ‘Lo Scoltenna’ er felag hjá frøðihugaðum fólki í økinum Frignano í Modena landspartinum. Felagið varð stovnað 1902 og er eitt av 15 vísindafeløgum í Italia. Í 2011 varð samstarvsavtala gjørd millum hetta felag og Fróðskaparfelagið, har m.a. dentur verður lagdur á at betra møguleikarnar hjá vísindafólki í Føroyum og í Modena landsluti at samstarva og vitja í londunum hjá hvørjum øðrum.

John, Franco og forsetin-DSCN6933
Á myndini eru John Dalsgarð formaður Fróðskaparfelags, føroyavinurin Gianfranco Contri og Livio Migliori, formaður í vísindafelagnum Accademia del Frignano ‘Lo Scoltenna’.
Luttakararnir á ráðstevnufundinum vóru einir 40 í tali
Luttakararnir á ráðstevnufundinum vóru einir 40 í tali

Jóhan Hendrik áttati

johanhendrikwp

Í dag, fríggjadagin 20. juni fyllir mæti málfrøðingur okkara Jóhan Hendrik W. Poulsen 80 ár. Fáur hevur við so neyvum nærlagni tikið sær av at menna føroyska málið, í nærum øllum tættum og viðurksiftum, sum Jóhan Hendrik.

Jóhan Hendrik er kendur víða um land, og mong eru tey, ið minnast, tá ið hann hegnisliga greiddi frá teimum mongu spurningum hann fekk frá fólki ymsastaðni í landinum í útvarpstáttinum Orðabókin. Jóhan Hendrik stóð fyri hesum tátti í Útvarpi Føroya frá 1969 til 1993, og eftir hann liggur ein stór bók, við øllum teimum 198 sendingunum á prenti. Tað var starvsfelagi Jóhan Hendriks, málfrøðingurin Anfinnur Johansen, sum stóð fyri at greiða sendtingarnar til prent, og Sprotin gav út í 2009, tá ið Jóhan Hendrik fylti 75.

Jóhan Hendrik er føddur í Sumba, har foreldrini Kristianna og Niels Winther Poulsen, ið var lærari, búðu. Seinni fluttu tey til Skopunar, har Jóhan Hendrik vaks upp. Jóhan Hendrik las fyrst latín og enskt eitt skifti við lærda háskúlan í Keypmannahavn, men fór seinni at lesa norrøna málfrøði. Hann tók mag.art. prógv í 1966.

Jóhan Hendrik kom at starvast á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum í 1970, m.a. saman við Chr. Matras, sum tá var professari har. Á Føroyamálsdeildini starvaðist Jóhan Hendrik til 1. september 1997.

Stórur partur av arbeiðinum hjá Jóhan Hendriki hevur snúð seg um at savna føroysk orð, sum vóru um at fara í gloymskuna. Fleiri dømi eru um gomul og nær um útdeyð orð, sum Jóhan Hendrik hevur kveikt lív í aftur við nýggjum týdningi. Orð og heiti úr hesi rúgvu kunnu vera kvikil, telda, teldil, tyrla og grindil, orð, sum verða brúkt í málinum í dag fyri nýggj hugtøk og fyribrigdi.

Fróðskaparfelagið ynskir Jóhan Hendriki hjartaliga til lukku við teimum áttati árunum, við tøkk fyri megnaravrik, føroyska málinum at frama og við vón um mong góð ár afturat.

Heilsan

Føroya Fróðskaparfelag