Fyrilestrarrøð um lívfrøðiligt margfeldi

ST hevur lýst 2010 at vera lívfrøðiligt margfeldnisár. Sáttmálin um lívfrøðiligt margfeldni varð undirskrivaður av einum stórum parti av heimsins londum á Rio-ráðstevnuni í 1992. Longu í juni 1993 høvdu 168 lond skrivað undir sáttmálan, og nú í 2010 hava 192 lond undirskrivað hann – harímillum Føroyar.

Lívfrøðiligt margfeldni umfatar alt tað livandi fjølbroytni, ið náttúran rúmar.

Sáttmálin er komin, tí heimssamfelagið metir, at ein niðurlaging av lívfrøðiliga margfeldninum er ein stórur missur fyri lívið á jørðini. Sáttmálin hevur hesi trý høvuðsevni:

1.    Varðveitsla av lívfrøðiliga margfeldninum. (The conservation of biological diversity)

2.    Burðardygg nýtsla av tí, ið lívfrøðiliga margfeldnið gevur. (The sustainable use of the components of biological diversity)

3.    Eitt rættvíst og javnt býti av ágóðum, ið stava frá nýtslu av genetiska tilfeinginum. (The fair and equitable sharing of the benefits arising out of the utilization of genetic resources)

Føroya Fróðskaparfelag, Lívfrøðingafelagið og Náttúrugripasavnið hava í felag lagt til rættis eina skrá av fyrilestrarøðum fyri 2010. Vit fara á ymsan hátt at lýsa lívfrøðiliga margfeldnið – eisini frá øðrum sjónarmiðum enn teimum reint lívfrøðiligu.

Fyrstu fyrilestrarnir verða 24. februar. Tiltakið verður í framsýningarhølunum hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð, kl. 19:30. Continue reading…

Fróðskaparfelagið nýggja nevnd

Á aðalfundi Føroya Fróðskaparfelags varð nýggj nevnd vald.

Nevndin, sum skal virka í komandi ári eru: Helgi Michelsen, kassameistari, og William Simonsen, umframt tríggir nýggir limir, sum vórðu valdir inn í nevndina, Firouz Gaini, næstformaður, Kristin Magnussen, skrivari og til nýggja forkvinnu varð vald Maria Dam, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni.

Aðalfundurin takkaði fráfarandi forkvinnu Annu Maria Fosaa, stjóra á Náttúrugripsavninum, Elin Súsannu Jacobsen, lektara á Fróðskaparsetur Føroya, Søgudeildini og Turið Sigurðardóttir, professara á Føroyamálsdeildini fyri gott avrik í 2009.

Fráfarna nevndin hevur skipað fyri sera væleyðnaðum tiltøkum í sambandi við, at tað eru 200 ár eru síðani at Charles Darwin varð borin í heim og 150 ár síðani at slóðbrótandi  verkið “The Origin of Species” kom út. Hesi tiltøkini hava verið skipað í samstarvi við Lívfrøðingafelag Føroya og Føroya Náttúrugripasavn, og nógv fólk hava lurtað eftir fyrilestrunum, sum hava verið hildnir í tí sambandinum.