Fyrilestrar um fjølbroytni

ST hevur lýst 2010 at verða lívfrøðiligt margfeldisár. Yvirlýsingin um lívfrøðiligt margfeldi varð undirskrivað av einum stórum parti av heimsins londum á Rio-ráðstevnuni í 1992. Longu í juni 1993 høvdu 168 lond skrivað undir yvirlýsingina, og nú í 2010 hava 192 lond undirskrivað yvirlýsingina – millum teirra eru Føroyar. Continue reading…

Frøði

Frøði er vísindablaðið fyri øll, ið Fróðskaparfelagið gevur út. Frøði í 2010 kemur at hava nógv fokus á lívfrøðiligt margfeldi. Ætlanin er at, Frøði skal koma út tvær ferðir í ár. Fyrra blaðið kemur út í juni, og fer at innihalda greinar um nógv ymisk evni, so sum hvítravn, náttúran í Havn, gýtingarleið hjá toski og prístal. Ætlanin er, at seinna blaðið kemur út í november, eisini við áhugaverdum og viðkomandi tilfari.

Undirtøkan fyri Frøði, mett sum upplag minus eintøk, sum liggja eftir á goymsluna, er víst í myndini niðanfyri.  Nøkur ár hevur undirtøkan verið heldur sløk, sum til dømis í 1998, 1999 og 2007, og kemst tað av, at hesi árini varð bert eitt nummar av Frøði útgivið.

Frøði kom fyrstu ferð út í 1993, men hagtøl blivu ikki gjørd fyri fyrstu árini.

Fyrilestrarrøð um lívfrøðiligt margfeldi

ST hevur lýst 2010 at vera lívfrøðiligt margfeldnisár. Sáttmálin um lívfrøðiligt margfeldni varð undirskrivaður av einum stórum parti av heimsins londum á Rio-ráðstevnuni í 1992. Longu í juni 1993 høvdu 168 lond skrivað undir sáttmálan, og nú í 2010 hava 192 lond undirskrivað hann – harímillum Føroyar.

Lívfrøðiligt margfeldni umfatar alt tað livandi fjølbroytni, ið náttúran rúmar.

Sáttmálin er komin, tí heimssamfelagið metir, at ein niðurlaging av lívfrøðiliga margfeldninum er ein stórur missur fyri lívið á jørðini. Sáttmálin hevur hesi trý høvuðsevni:

1.    Varðveitsla av lívfrøðiliga margfeldninum. (The conservation of biological diversity)

2.    Burðardygg nýtsla av tí, ið lívfrøðiliga margfeldnið gevur. (The sustainable use of the components of biological diversity)

3.    Eitt rættvíst og javnt býti av ágóðum, ið stava frá nýtslu av genetiska tilfeinginum. (The fair and equitable sharing of the benefits arising out of the utilization of genetic resources)

Føroya Fróðskaparfelag, Lívfrøðingafelagið og Náttúrugripasavnið hava í felag lagt til rættis eina skrá av fyrilestrarøðum fyri 2010. Vit fara á ymsan hátt at lýsa lívfrøðiliga margfeldnið – eisini frá øðrum sjónarmiðum enn teimum reint lívfrøðiligu.

Fyrstu fyrilestrarnir verða 24. februar. Tiltakið verður í framsýningarhølunum hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð, kl. 19:30. Continue reading…