Tann 19. august 2003 fór fundatsurin frá 1964 fyri Orðabókagrunnin úr gildi. Tá undirskrivaðu teir fimm limirnir í nevnd Føroya Fróðskaparfelags nýggjar viðtøkur fyri grunnin – við gildi frá sama degi. Sbrt. skriv 4.9.2003 hevur Mentamálaráðið tikið nýggju viðtøkurnar til eftirtektar og um somu leið er kunngerðin av gamla fundatsinum nú strikað í Lógarsavninum. Nýggju viðtøkurnar eru soljóðandi:

NÝGGJUR FUNDATSUR

§1
Orðabókagrunnurin, upprunaliga settur á stovn í 1959 eftir avtalu millum Føroya landsstýri, Chr. Matras professara og Føroya Fróðskaparfelag, er sjálvsognargrunnur, ið hevur til endamáls veita stuðul til føroyskt orðabókastarv.2. stk. Aðrar uppgávur, ið nevndin metir hava avgerandi týdning til tess at fremja endamálið, kunnu eisini fáa stuðul úr grunninum.

§2
Stovnsfæ grunsins er 751.456 kr. Hetta er upphædd, flutt grunninum í sambandi við, at landskassagrunnurin “Útgáva av Føroysk-Donsku orðabókini” var avtikin við løgtingslóg nr. 94 frá 6. juni 1997 um avtøku av landskassagrunnum.

2. stk. Inn í grunnin gongur avlopspeningur av sølu av øllum orðabókum, ið hava fingið stuðul við teirri treyt, at avlopspeningurin av søluni heilt ella lutvíst skal fara í grunnin.

3. stk. Grunnurin kann taka ímóti stuðuli uttaneftir. Tílíkur stuðul skal í høvuðsheitum ikki vera markaður til ávíst endamál ella ávirka yvirskipaðar orðabókaætlanir.

4. stk. Er peningur oman fyri stovnsfæið ikki tøkur, er nevndini loyvt at nýta stovnsfæið til stuðul.

§3
Grunnurin verður stýrdur av nevnd við trimum limum, sum vera valdir fyri 4 ár í senn frá 1.1. at rokna, tó so at fyrsta valskeið gongur frá tí degi, teir tríggir limirnir eru valdir, eftir at viðtøkurnar hava fingið gildi, árið at enda og 3 ár fram. Endurval kann fara fram.

2. stk. Nevnd Føroya Fróðskaparfelags velur ein lim, Føroyska málnevndin ein og Fróðskaparsetrið ein eftir tilmæli frá Føroyamálsdeildini. Tryggjast skal, at ein av limunum er málfrøðingur við føroyskum sum sergrein og hevur góðan kunnleika til orðabókaarbeiði. Nevndin skipar seg sjálv.

3. stk. Nevndin í Orðabókagrunnin ásetir vanligu mannagongdirnar hjá grunninum og ger sær starvsskipan í samsvari við ásetingarnar.

4. stk. Orðabókagrunnurin fær sær neyðuga skrivstovuhjálp, ið verður at løna úr grunninum.

§4
Eftir umsókn í hvørjum einstøkum føri veitir Orðabókagrunnurin fíggjarligan stuðul til verkætlanir, íð lúka treytirnar í hesum viðtøkum. Stuðul úr Orðabókagrunnin kann nýtast til at gjalda heilt ella lutvíst lønir, ið standast av orðabókaarbeiði, heilt ella lutvíst arbeiðstilfar og amboð, umframt heilt ella lutvíst útgávu av føroyskum orðabókum.

2. stk. Nevndin í Orðabókagrunninum ger endiliga av, hvør kann fáa stuðul.

3. stk. Nevndin í Orðabókagrunninum hevur eftirlit við, at stuðulin verður nýttur eftir ætlan. Staðfestir nevndin, at stuðulin ikki er nýttur eftir ætlan, kann hon krevja, at hann verður afturgoldin grunninum.

§5
Peningur grunsins skal standa í tryggum virðisbrøvum ella í banka ella sparikassa til hægstu rentu, tó so at peningur, ið verður at nýta eftir endamálsgreinini, verður fluttur á vanliga kontu, sohvørt tørvur er á.

§6
Roknskaparárið er álmanakkaárið.

2. stk. Ársúrslitið verður flutt til næsta roknskaparár.

3. stk. Roknskapurin verður grannskoðaður av løggildum grannskoðara, sum nevndin í Orðabókagrunninum velur.

4. stk. Roknskapurin saman við grannskoðarafrágreiðing skal fyri 1. juli á hvørjum ári verða sendur Mentamálaráðnum til kunnungar.

5. stk. Fyrsta roknskaparár sambært hesum viðtøkum er 2003.

§7
Til at gera broytingar í viðtøkunum krevst einmæld nevndarsamtykt. Tó kann nevndin ikki broyta endamál grunsins.

§8
Broytast tíðir og umstøður, soleiðis at endamál grunsins ikki kann njóta frama, kann ein samd nevnd – í samráð við teir/tey, ið hava valt hana – taka grunnin av.

2. stk. Ognir grunsins skulu tá latast Fróðskaparsetri Føroya.

§9
Hesar viðtøkur fáa gildi, tá ið tær eru undirskrivaðar av nevnd Føroya Fróðskaparfelags .

§10
Samstundis fer kunngerð nr. 64 frá 30. juni 1964 av fundatsi fyri orðabókagrunnin úr gildi.

Tórshavn, 19.08.2003
Í nýggju nevndini fyri Orðabókagrunnin sita:Kári á Rógvi, løgfrøðingur, valdur av Føroya Fróðskaparfelag, formaður
Hjalmar P. Petersen, málfrøðingur, valdur av Føroysku Málnevndini
Eivind Weyhe, lektari á Føroyamálsdeildini, valdur av Fróðskaparsetri Føroya

GAMLI FUNDATSURIN

Eftir avtalu millum Føroya landsstýri, Christian Matras professara, dr.phil. og Føroya Fróðskaparfelag fer tann peningur, sum inn kemur við søluna av 2. Útgávu av orðabókini hjá M.A. Jacobsen og Christian Matras, og tann peningur sum inn kemur við sølu av orðabókum, sum Málstovnur Føroya Fróðskaparfelags gevur út, inn í grunn, nevndur “orðabókagrunnurin”.
Fyri grunnin skulu galda hesar reglur:

§1
Navn grunsins er orðabókagrunnurin.

§2
Endamál grunsins er at gjalda heilt ella lutvíst arbeiðstilfar, amboð og tímalønir, ið standast av føroyskum orðabókaarbeiði.

§3
Inn í grunnin gongur avlopspeningur av søluni av føroysk-donsku orðabókini eftir Christian Matras, avlopspeningur av øllum orðabókum, sum fingið hava studning, ið er treytaður av, at avlopspeningur frá søluni heilt ella lutvíst skal fara í henda grunn.

§4
Peningur grunsins skal setast í sparikassa ella í trygg virðisbrøv eftir samráðing nevndarinnar við tann sitandi landstýrismannin, sum hevur fíggjarmál landsins undir sær.

§5
Nevnd grunsins tekur avgerð um hvussu peningurin skal nýtast eftir umsókn í hvørjum einstakum føri, men peningajáttan er altíð treytað av, at hetta orðabókaarbeiði fer fram á Málstovni Føroya Fróðskaparfelags ella í samráð við Málstovn Føroya Fróðskaparfelags ella nærri av nevndini ásettum reglum.

§6
Grunnurin verður stýrdur av 3 manna nevnd: 1. Tann sitandi landsstýrismaðurin, sum hevur mentamál undir sær. 2. Ein limur valdur av Føroya Fróðskaparfelag. 3. Vísindaligi fyristøðumaðurin fyri Málstovnin.

§7
Roknskaparárið er fíggjarárið, og skal nevndin á hvørjum ári í seinasta lagi 31. mai senda landsstýrinum frágreiðing og roknskap fyri grunnin til grannskoðan.

FØROYA LANDSSTÝRI FØROYA FRÓÐSKAPARFELAG
N. Winther Poulsen H.D. Joensen

CHRISTIAN MATRAS
Professari, dr.phil. Chr. Matras
Hetta verður hervið gjørt kunnugt.

Føroya landsstýri, 30. juni 1964
N. Winther Poulsen – Landsstýrismaður.