Kristjans á Brekkumørk

Skipan fyri Grunn Kristjans á Brekkumørk
§1.
Grunnurin er stovnaður av Chr. Matras, professara, dr.phil., og Føroya Fróðskaparfelag (Societas Scientiarum Færoensis). Upprunaliga stovnsfæið, kr. 62.866.- (DM 20.000), er OSSIAN-heiðurslønin, sum Die Stiftung F.V.S. zu Hamburg letur í peningi, og sum kjørnevndin fyri heiðurslønini hevur samtykt at veita Chr. Matras og Fróðskaparfelagnum fyri árið 1981.
Stovnspeningurin, sum hann er og verður, skal standa í banka og sparikassa við hægstu rentu.

§2.
Endamál grundsins er at styðja einstaklingavirki føroyskum máli at frama. Hetta verður gjørt við sømdarpeningi, ið verður tikin av rentuinntøkunum og, um neyðugt, av stovnsfænum.

§3.
Fyri grunninum situr nevnd Føroya Fróðskaparfelags.
Til at binda grunnin krevst undirskrift hjá formanni og einum øðrum nevndarlimi. Nevndin ger av, hvussu ofta sømdarpeningur verður veittur, og hvussu nógv hvørja ferð. Tað ber ikki til at søkja um sømdarpening, og hann verður á hvørjum sinni einbýttur.

§4.
Roknskaparár grunsins er fíggjarárið. Roknskapur verður grannskoðaður av grannskoðara landsins.

§5.
Landsstýrið góðkennir skipanina.
Um ivi er, hvussu skipanin er at skilja, verður málið lagt fyri landsstýrið, og er avgerð tess bindandi.
Broytingar í skipanini skulu hava góðkenning landstýrisins, áðrenn tær fáa gildi.

Tórshavn, 29. oktober 1982
Chr. Matras Føroya fróðskaparfelag
Høgni Debes Joensen, nevndarformaður
Jóan Pauli Joensen
Jóhan Hendrik W. Poulsen

Staðfest av landsstýrinum.
Hetta verður gjørt kunnugt.

FØROYA LANDSSTÝRI, 21. Juni 1982

Pauli Ellefsen
løgmaður