Gransking í Føroyum, 2017

Tann 16. novembur frá kl. 9-17 skipar Føroya Fróðskaparfelag fyri ráðstevnu í Klingruni í Norðurlandahúsið Føroya. Ráðstevnan hevur fingið heitið Gransking í Føroyum 2017, og er ætlað øllum teimum teimum, ið takast við gransking her á landi.

Endamálið við ráðstevnuni er, at allir granskarar í Føroyum fáa eitt torg, har høvi verður at greiða hvørjum øðrum frá um tað gransking, sum tey takast við, og at skifta orð um granskingararbeiði sum heild.

Ætlanin er eisini at slóða fyri møgiligum samstarvi millum ymsar fakbólkar, og á henda hátt styrkja og menna granskingina í Føroyum. Hetta vóna vit kann stuðla uppundir til tess, at gransking verður sædd sum eitt týðandi og virðismikið íkast til føroyska samfelagið, sum sostatt eisini kann stuðla menningini av okkara samfelag.

Ráðstevnan er ætlað granskarum, men vit vóna eisini at lesandi og tey leikfólk, sum hava áhuga fyri gransking ynskja at luttaka. Eingin kostnaður er fyri luttøku.

Skráin er ikki kunngjørd enn, men í næstum verður kunngjørt hvør høvuðsrøðarin verður.