Fakbólkar

Fróðskaparfelagið fevnir um ein hóp av vísindafólkum bæði í Føroyum og uttanlands. Hesir limir umboða serfrøðingar innan nógv økir, sum hava avgerandi týdning fyri føroyska samfelagið.

Limir í Fróðskaparfelagnum hava møguleika til at skipað seg í ymsar fakbólkar, sum kunnu stovna sær brúksøkir á heimasíðuni hjá felagnum. Hetta gevur møguleikar til øðrvísi samskifti á internetinum, á kjakfundum, seminarum og øðrum, sum kann styrkja vísindaliga umhvørvi í føroyska samfelagnum.

Comments are closed.