-
Merki
atferðarvistfrøði Aðalfundur bjarnadýr bládúgva Bulbophyllum nocturnum Charles Darwin Copernicus eldgos el nino familjuhugtak Fertilisation of orchids Frøði fuglaveiðulógin Fundir Fyrilestrar føroysk náttúra Glotti havhestur heimspeki hugtaksgreining hótt mál inkarnatión jesusbarnið Limatiltak línuveiða lívfrøði Meno orkide plantufrøði Platon puristiskur málhugburður rotta skaðadjór Sokrates svartfuglur sálarfrøði tardigrada trauma trúgv trúgv og vísindi valstríð veiða veðurlagsbroytingar Wittgenstein yvirborðvitan Blogga (18)
Fundir (1)
Fyrilestrar (5)
Glotti (4)
Tíðindi (20)
Uncategorized (1)
WP Cumulus Flash tag cloud by Roy Tanck requires Flash Player 9 or better.
-
Nýggjastu postar
Fráboðanir
Viðmerkingar
-
Fyri sovítt samd. Heldur tú ein fullkomin nýskipan er neyðug, har vit draga… — Ása Johannesen
-
Eg eri fyri sovítt samdur í hesum. — Bergur Nónklett
-
Góð blogga. Gott at hoyra meir um bjarnadýr. Eg havi eisini altíð… — Heini Reinert
-
Takk fyri viðmerkingarnar @Óli, tað verður skjótt trupult um menniskju skulu hava ábyrgd… — Sjúrður Hammer
-
Kalendari
Vit á Facebook
Category Archives: Fyrilestrar
Fyrilestrakvøld um skógir og náttúru
Spennandi fyrilestrakvøld um skógir og náttúru
Í 2011 verður kring allan heimin varpað ljós á heimsins skógir. ST-felagsskapurin hevur gjørt
av at heiðra skógirnar í ár – í tí, tey kalla ”International Year of Forests”.
Eisini í Føroyum verður skipað fyri tiltaki, ið lýsir og viðger skógir og náttúrufatanir
úr einum føroyskum, fakligum sjónarhorni.
Føroya Fróðskaparfelag skipar fyri spennandi fyrilestrakvøldi
mikudagin 28. september
klokkan 19.00 – 21.00 í samkomuhøllini á Læraraskúlanum
við hesi skrá:
kl. 19.00 Tróndur Leivsson, landsskógarvørður á
Umhvørvisstovuni:
”Viðarvøkstur í Føroyum”
Kl. 20.00 Jógvan Hansen, heimspekingur, sum er
kendur úr útvarpssendingini ”Filosoffarnir”:
”Náttúrusýni – millum fakta og virði”
Tiltakið er ókeypis.
Drekkamunnur verður at fáa. Eftir fyrilestrarnar verður høvið til kjak og
spurningar. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Nevndin í
Føroya Fróðskaparfelag
Evnafrøði og føðsla í Føroyum í dag
Føroya Fróðskaparfelag skipar fyri áhugaverdum almennum fyrilestrakvøldi mikukvøldið, hin 23. mars, klokkan 19.30.
Tiltakið er ókeypis og verður í framsýningarhølunum hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð.
Maria Dam, evnafrøðingur og deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, og Jóan Pauli Joensen, professari í Les meira
Fyrilestrar á Náttúrugripasavninum
Lívfrøðiligt og mentanarligt fjølbroytni
Heimskendi norski antropologurin, Thomas Hylland Eriksen, kemur til Føroya at halda almennur fyrilestur í framsýningarhølunum hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð mikudagin, hin 4. august 2010, klokkan 19.30.
Framløgurnar hjá T.H. Eriksen og Janus Hansen 4. august eru partur av Les meira
Posted in Fyrilestrar, Tíðindi
Leave a comment
Fyrilestrar um fjølbroytni
ST hevur lýst 2010 at verða lívfrøðiligt margfeldisár. Yvirlýsingin um lívfrøðiligt margfeldi varð undirskrivað av einum stórum parti av heimsins londum á Rio-ráðstevnuni í 1992. Longu í juni 1993 høvdu 168 lond skrivað undir yvirlýsingina, og nú í 2010 hava 192 lond undirskrivað yvirlýsingina – millum teirra eru Føroyar. Les meira
Fyrilestrarrøð um lívfrøðiligt margfeldi
ST hevur lýst 2010 at vera lívfrøðiligt margfeldnisár. Sáttmálin um lívfrøðiligt margfeldni varð undirskrivaður av einum stórum parti av heimsins londum á Rio-ráðstevnuni í 1992. Longu í juni 1993 høvdu 168 lond skrivað undir sáttmálan, og nú í 2010 hava 192 lond undirskrivað hann – harímillum Føroyar.
Lívfrøðiligt margfeldni umfatar alt tað livandi fjølbroytni, ið náttúran rúmar.
Sáttmálin er komin, tí heimssamfelagið metir, at ein niðurlaging av lívfrøðiliga margfeldninum er ein stórur missur fyri lívið á jørðini. Sáttmálin hevur hesi trý høvuðsevni:
1. Varðveitsla av lívfrøðiliga margfeldninum. (The conservation of biological diversity)
2. Burðardygg nýtsla av tí, ið lívfrøðiliga margfeldnið gevur. (The sustainable use of the components of biological diversity)
3. Eitt rættvíst og javnt býti av ágóðum, ið stava frá nýtslu av genetiska tilfeinginum. (The fair and equitable sharing of the benefits arising out of the utilization of genetic resources)
Føroya Fróðskaparfelag, Lívfrøðingafelagið og Náttúrugripasavnið hava í felag lagt til rættis eina skrá av fyrilestrarøðum fyri 2010. Vit fara á ymsan hátt at lýsa lívfrøðiliga margfeldnið – eisini frá øðrum sjónarmiðum enn teimum reint lívfrøðiligu.
Fyrstu fyrilestrarnir verða 24. februar. Tiltakið verður í framsýningarhølunum hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð, kl. 19:30. Les meira