-
Merki
atferðarvistfrøði Aðalfundur bjarnadýr bládúgva Bulbophyllum nocturnum Charles Darwin Copernicus eldgos el nino familjuhugtak Fertilisation of orchids Frøði fuglaveiðulógin Fundir Fyrilestrar føroysk náttúra Glotti havhestur heimspeki hugtaksgreining hótt mál inkarnatión jesusbarnið Limatiltak línuveiða lívfrøði Meno orkide plantufrøði Platon puristiskur málhugburður rotta skaðadjór Sokrates svartfuglur sálarfrøði tardigrada trauma trúgv trúgv og vísindi valstríð veiða veðurlagsbroytingar Wittgenstein yvirborðvitan Blogga (18)
Fundir (1)
Fyrilestrar (5)
Glotti (4)
Tíðindi (20)
Uncategorized (1)
WP Cumulus Flash tag cloud by Roy Tanck requires Flash Player 9 or better.
-
Nýggjastu postar
Fráboðanir
Viðmerkingar
-
Fyri sovítt samd. Heldur tú ein fullkomin nýskipan er neyðug, har vit draga… — Ása Johannesen
-
Eg eri fyri sovítt samdur í hesum. — Bergur Nónklett
-
Góð blogga. Gott at hoyra meir um bjarnadýr. Eg havi eisini altíð… — Heini Reinert
-
Takk fyri viðmerkingarnar @Óli, tað verður skjótt trupult um menniskju skulu hava ábyrgd… — Sjúrður Hammer
-
Kalendari
Vit á Facebook
Category Archives: Tíðindi
Grunnar
Føroya Fróðskaparfelag varðar av trimum grunnum – grunni Kristjans á Brekkumørk, grunni R. K. Rasmussens og Orðabókagrunninum.
Grunnur Kristjans á Brekkumørk var stovnaður í 1982 av Christiani Matras, professara og Føroya Fróðskaparfelag við endamáli at styðja einstaklingavirki føroyskum máli at frama. Tað ber ikki til at søkja um stuðul úr hesum grunni, men nevndin í Føroya Fróðskaparfelag kann lata sømdarpening eftir skipanini fyri grunnin.
Millum teirra, sum stovnaðu Føroya Fróðskaparfelag var danin Rasmus Kristen Rasmussens. Hann var lækni og starvaðist á Eiði í samfull 32 ár. Hann hevði ongar lívsarvingar og lat alt tað hann átti á bók til stovnsfæ til ein grunn – R. K. Rasmussens grunnur. Táverðandi nevndin í felagnum stovnaði grunnin í 1963. Sambært reglugerðunum fyri grunnin fara rentuinntøkurnar – eftir R. K. Rasmussens ynski – til tey endamál, ið Føroya Fróðskaparfelag hevur sett sær, m.a. at geva út Fróðskaparrit.
Orðabókagrunnurin var stovnaður í 1964 av Christiani Matras, professara og fekk í 2003 nýggjar viðtøkur. Grunnurin verður stýrdur av nevnd við 3 limum og hevur til endamáls at veita stuðul til føroyskt orðabókastarv, sum verður veitt eftir umsókn í hvørjum einstøkum føri. Grunnurin er sera virkin og hevur egna heimasíðu – www.obg.fo.
Nevndin
Posted in Tíðindi
Leave a comment
Nýggja nevndin í Fróðskaparfelagnum hevur havt sín fyrsta fund.
Nevnin hevur á fundi mik. 7. desember skipað seg soleiðis.
Firouz Gaini, formaður
Karin Margretha Larsen, næstforkvinna
Hans Ellefsen, kassameistari
William Simonsen, skrivari
Vár í Ólavsstovu
Tiltakslimir:
Gunnvør á Norði
Erling Isholm
Posted in Tíðindi, Uncategorized
Leave a comment
Ársaðalfundur 2011 hjá Føroya Fróðskaparfelag
Innbjóðing til limafund og ársaðalfund 2011
Dagur og klokkutíð: leygardagin 12. november 2011 kl. 16.00 (stundisliga)
Fundarhøli: Høllin á Søgu- og Samfelagsdeildini (stovuhædd), Jónas Broncksgøta 25
Skrá:
| I | Kl. 16.00 | LIMAFUNDUR | |
| Fyrilestur við dr.phil. Hjalmar P. Petersen: “Føroyskt-danskt málamót” Orðaskifti. |
|||
| II | Kl. 17.00 | ÁRSAÐALFUNDUR | |
| 1. | Formaðurin setir aðalfundin. Val av orðstýrara og skrivara. | ||
| 2. | Frágreiðing frá farna árinum. | ||
| 3. | Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram og limagjald ásett. | ||
| 4. | Val av nevnd og grannskoðarum | ||
| 5. | Ymist
|
||
| Tey, ið annars vilja hava serstøk mál umrødd undir ymiskum, eiga at boða formanni frá í seinasta lagi 4. nov. 2011. (tlf 59 01 96 / fff@frodskaparfelag.fo) | |||
| III | Kl. 19.30 | BORÐHALD (í høllini á Søgu- og Samfelagsdeildini) |
LIMAGJALD
Vinarliga flyt limagjaldið (upphæddin verður ásett á aðalfundinum) fyri 2012 á kontu Fróðskaparfelagsins nr. 9181-495.171.0 í EIK (Sverrisgøta 3, FO-100 Tórshavn, SWIFT: EIKBFOTF, Iban: F056 9181 0004 9517 10)
Viðvíkjandi teldubrøvum frá felagnum. Um tygum hava broytt teldupost-adressu, ikki móttaka teldubrøv ella ikki ynskja at móttaka teldubrøv, so kunnu tit vinaliga geva okkum boð á fff@frodskaparfelag.fo. Og tit kunnu sjálvandi eisini brúka heimasíðu felagsins (www.frodskaparfelag.fo) til at fáa tíðindi um fundir, fyrilestrar osfr.
Posted in Tíðindi
Leave a comment
Vísindabloggurin hjá Fróðskaparfelagnum
Føroya Fróðskaparfelag fer nú at taka ein nýggjan spennandi tátt upp í arbeiðinum fyri, sum sagt verður í miðum felagsins frá 1952, “at fremja samstarv millum fólk, sum takast við vísindaligt starv”.
Tíðirnar eru nógv broyttar síðan átta mætir menn eitt myrkt og kalt desemberkvøld fyri 59 árum síðani settu felagið á stovn, og í dag er samskiftið og samstarvið millum føroysk vísindafólk sum eitt snarljós, sum broytir skap og innihald dag undan degi. At “upplýsa alment um vísindalig viðurskifti”, sum tað eisini verður sagt í miðum felagsins, krevur sostatt heilt nýggja “miðling”, sum knýtir seg til nýggja talgilda tøkni, sum teir átta gomlu ongantíð høvdu kunnað droymt um. Og hóast vísindaligt útgávu- og fundarvirksemi helst ongantíð heilt verður avoldað, so er veruleikin tann, at alnetið við øllum sínum ídnu brúkarum og fjepparum er í ferð við at fara fram um øll hini í kappingini um at savna saman og býta út upplýsingar og hugskot, vitan og myndir. Og Fróðskaparfelagið tekur eyðsæð stóra skiftið í størsta álvara. Tí er tað fjølbroytta, heimliga vísindaumhvørvinum ein stórhending, at felagið Les meira
Posted in Blogga, Tíðindi
Leave a comment
Fyrilestrakvøld um skógir og náttúru
Spennandi fyrilestrakvøld um skógir og náttúru
Í 2011 verður kring allan heimin varpað ljós á heimsins skógir. ST-felagsskapurin hevur gjørt
av at heiðra skógirnar í ár – í tí, tey kalla ”International Year of Forests”.
Eisini í Føroyum verður skipað fyri tiltaki, ið lýsir og viðger skógir og náttúrufatanir
úr einum føroyskum, fakligum sjónarhorni.
Føroya Fróðskaparfelag skipar fyri spennandi fyrilestrakvøldi
mikudagin 28. september
klokkan 19.00 – 21.00 í samkomuhøllini á Læraraskúlanum
við hesi skrá:
kl. 19.00 Tróndur Leivsson, landsskógarvørður á
Umhvørvisstovuni:
”Viðarvøkstur í Føroyum”
Kl. 20.00 Jógvan Hansen, heimspekingur, sum er
kendur úr útvarpssendingini ”Filosoffarnir”:
”Náttúrusýni – millum fakta og virði”
Tiltakið er ókeypis.
Drekkamunnur verður at fáa. Eftir fyrilestrarnar verður høvið til kjak og
spurningar. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Nevndin í
Føroya Fróðskaparfelag
Frøði 16
Nýtt nummar av Frøði útkomið.
Blaðið inniheldur spennandi tilfar um fornfrøði, málførleikar, nýggj tarasløg, og mang mangt annað.
Blaðið fæst til keyps í handlum kring alt landið.
Eykaaðalfundurin 2 sept. 2011
Frá Fróðskaparfelagnum.
Uppskotið til viðtøkubroytingar, ið varð sent limunum við innkallingini bleiv einmælt samtykt á fundinum.
William Simonsen, skrivari
Posted in Tíðindi
Leave a comment
Innkalling til eykaaðalfundar í Føroya Fróðskaparfelag
Innkalling til eykaaðalfundar í Føroya Fróðskaparfelag
Eykaaðalfundur verður á Føroyamálsdeildini, Fróðskaparsetur Føroya, fríggjadagin 2. Sept. 2011 klokkan 19.00 – 20.30
Skrá
Framløga. John Olsen, Granskingarráðið, kunnar um tað nýggjasta innan FP7 granskingarskránna hjá ES. (umleið kl. 19.00 – 19.40)
Lógarbroyting
Ymist
Viðvíkjandi punkt 2 um lógarbroyting. Les meira
Glotti
Glotti
Regluliga limatiltakið hjá Føroya Fróðskaparfelag
Aftur í heyst verður skipað fyri Glottum.
Fyrsti Glottin í heyst verður hósdagin 15. september kl. 15.00
Tá fer Hans Ellefsen, PhD granskari á Havstovuni, at tosa um ósemjuna um makrelin: Les meira
Evnafrøði og føðsla í Føroyum í dag
Føroya Fróðskaparfelag skipar fyri áhugaverdum almennum fyrilestrakvøldi mikukvøldið, hin 23. mars, klokkan 19.30.
Tiltakið er ókeypis og verður í framsýningarhølunum hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð.
Maria Dam, evnafrøðingur og deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, og Jóan Pauli Joensen, professari í Les meira
