-
Merki
atferðarvistfrøði Aðalfundur bjarnadýr bládúgva Bulbophyllum nocturnum Charles Darwin Copernicus eldgos el nino familjuhugtak Fertilisation of orchids Frøði fuglaveiðulógin Fundir Fyrilestrar føroysk náttúra Glotti havhestur heimspeki hugtaksgreining hótt mál inkarnatión jesusbarnið Limatiltak línuveiða lívfrøði Meno orkide plantufrøði Platon puristiskur málhugburður rotta skaðadjór Sokrates svartfuglur sálarfrøði tardigrada trauma trúgv trúgv og vísindi valstríð veiða veðurlagsbroytingar Wittgenstein yvirborðvitan Blogga (18)
Fundir (1)
Fyrilestrar (5)
Glotti (4)
Tíðindi (20)
Uncategorized (1)
WP Cumulus Flash tag cloud by Roy Tanck requires Flash Player 9 or better.
-
Nýggjastu postar
Fráboðanir
Viðmerkingar
-
Fyri sovítt samd. Heldur tú ein fullkomin nýskipan er neyðug, har vit draga… — Ása Johannesen
-
Eg eri fyri sovítt samdur í hesum. — Bergur Nónklett
-
Góð blogga. Gott at hoyra meir um bjarnadýr. Eg havi eisini altíð… — Heini Reinert
-
Takk fyri viðmerkingarnar @Óli, tað verður skjótt trupult um menniskju skulu hava ábyrgd… — Sjúrður Hammer
-
Kalendari
Vit á Facebook
Category Archives: Blogga
Ov stór til at vita
Tøkniliga menningin seinastu 20 árini hevur fullkomiliga broytt, hvussu vit tilogna okkum vitan. Við internetinum eru upplýsingar nógva ferðir lættari at fáa fatur á, tær eru meira knýttar at øðrum upplýsingum og kjakast kann um alt við øll.
Í nýggju bókini Too Big to Know roynir granskarin David Weinberger at “endurhugsa vitan, nú fakta ikki longur eru fakta, serfrøðingar eru allastaðni og klókasti persónurin í rúminum er rúmið sjálvt.”

Áðrenn umleið ár 1600 varð hildið, at vitan best kundi fáast sum opinbering við at lata seg upp fyri tí guddómiliga. At putlast við at kanna veruleikan var mett sum at gera seg inn á Guð.
Í upplýsingartíðini gjørdi Sir Francis Bacon greitt, at tað ikki er halgibrot at kanna veruleikan, og at vísindalig vitan einans kann fáast við at gjøgnumkanna og samanseta fakta um verðina.
Síðani hetta hava vísindafólk borið fram ástøði og ótroyttiliga leitað upp fakta at eftirkanna hesi ástøði. Og hetta hevur kollvelt alt samfelagið og ført við sær vælferð og framburð.
Fremsti miðilin at savna og útbreiða vitan seinastu 400 árini hevur verið pappírið, og pappírið sum miðil hevur nøkur eyðkenni, sum hevur formað okkara fatan av, hvat vitan er.
- Tá vit geva út á pappíri er torført at rætta feilir. Hetta førir við sær, at áðrenn nakað verður givið út, verður nógv orka brúkt til at eftirkanna, um upplýsingarnar eru, sum tær skulu.
- Tað er kostnaðarmikið at útgeva á pappírs-miðilinum, so skipanir eru settar upp at velja tað besta burtur úr og lúka restina burtur.
- Pappír fyllir nógv og flutningskostnaðirnir eru høgir, og fyri at gera alt atkomuligt, er tað savnað í bókasøvn.
So tá vit í dag síggja vitan sum søvn av eftirkannaðum verkum, er tað eitt úrslit av, at vit hava brúkt pappír sum miðilin.
Við menningini av teldum miðskeiðis í tjúgundu øld minkaði kostnaðurin av at varðveita og flyta upplýsingar niður í einki, og hetta hevur merkt, at upplýsingar í alt størri mun eru fluttar frá pappíri í teldur.
Harafturat hevur internetið gjørt, at upplýsingar eru blivnar knýttar saman, at tær eru blivnar alt meira atkomiligar og ikki minst, at øll kunnu vera við í innsavnanini, skapanini og kritikkinum av upplýsingum.
Úrslitið er, at nøgdin av upplýsingum eksploderað. So mikið nógv, at fólk eru farin at tosa alt meira um information overload.
Men hetta er ikki nakað heilt nýtt fyribrigdi. Sum Rómverski heimsspekingurin Seneca segði fyri umleið 2000 árum síðani:
“Hvat skulu vit við óteljandi bókum og bókasøvnum, sum vit ikki klára at lesa um enn vit brúka alt lívið til tað?”
Veruleikin er, at vit altíð hava valt burtur úr floyminum av upplýsingum, soleiðis at heilin hjá okkum kundi fylgja við.
Men mátin, sum vit filtrera, stendur í broyting.
Sum Weinberger sigur tað:
”Filters no longer filter out. They filter forward, bring their results to the front. What doesn’t make it through a filter is still visible and available in the background.”
Á føroyskum kunnu vit siga, at vit heldur enn at sálda frá eru farin at framhevja upplýsingar.
Áður høvdu vit myndugleikar, sum sáldaðu frá fyri okkum. Blaðstjórar, ritstjórar, høvundar, bókavørðar, innkeyparar, útvarp, sjónvarp og onnur við myndugleika ikki bara fortaldu okkum, hvat vit skuldu lesa, hoyra og síggja, men tey gjørdu tað í praksis ómøguligt hjá okkum at fáa atgongd til tað, sum tey høvdu valt frá.
Hetta er broytt í netøldini. Vit hava framvegis myndugleikar, sum royna at siga okkum hvat er skitt og hvat er kanel, men valdið hjá teimum er í minking. Tey kunnu ikki longur forða okkum at síggja tað, tey halda vera skitt, vit kunnu lættari velja okkara egnu vørðar og vit kunnu enntá sjálvi gerast ritstjórar og royna at leiða fólk og okkum sjálvi til kanelið. Øll fakta og allar meiningar kunnu vendast og snarast, og blíva tað eisini.
Nógvir fyrimunir eru við hesum nýggja filtrinum. Við so nógvum eygum á fakta og meiningum, ber verri til at fjala veruleikan. Við stórum fjøldum gerst lættari at eftirkanna fakta skjótt. Leik og lærd um allan heim kunnu arbeiða við tí, sum hevur týdning, og kunnu stuðla og kritisera allan vegin. Vísindaliga tilgongdin er meira gjøgnumskoðilig og alt gongur nógv skjótari. Hetta er ein gulløld hjá vísindini.
Eitt úrslit er, at eingin einstakur serfrøðingur longur kann rúma alla vitan innan sítt øki, og Weinberger fer so langt sum at siga, at fakta eru blivin skift út við “netverkaði fakta”, sum einans finnast í tí talgilda netverkskontekstinum.
Vansar eru eisini. Tað er lættari enn nakrantíð at snara veruleikan og at finna sokallaði fakta, sum styðja uppundir eina forskrúvaða mynd av veruleikanum. Tað er lætt at niðurgera og knúsa sjálvt harðvunna vísindaliga vitan við følskum álopum. Lætt er at finna líkasint og savnast í ekko-kømurum, har vit umaftur og umaftur kunnu staðfesta tað, vit frammanundan hildu okkum vita. Ekko-kømur eru í ávísan mun ein fortreyt fyri vísindi og framburði, men eru veggirnir ov tjúkkir, gerast vit býtt og ekstrem.
Tí er tað av alstórum týdningi, at vit læra okkum at virka í hesum nýggja heimi.
Í hesum høpi hevur taktikkurin hjá útbúgvingarverkinum verið at stinga høvdið í sandin og lata sum um alt var við tað gamla.
Skúlin roynir sjálvur at virka sum ein myndugleiki, sum noktar atgongd til tað, sum tey ikki halda er vert at síggja. At banna fartelefonir, Facebook, Skype, YouTube, Wikipedia og teldur yvirhøvur. Alt fyri at næmingarnir betur skulu kunna fokusera – sum um manglandi fokus er nakað, sum er komið við internetinum.
Stundin er komin, at skúlin tekur í álvara uppgávu sína at menna kritiskar samfelagsborgarar í eini netverksøld.
Í høvuðsheitum er neyðugt at læra:
- At brúka nýggju tøknina
- At kritiskt at fyrihalda okkum til øll filtur og allar upplýsingar
- At vera fjølbroytt
Hjá næmingunum er tað einfaldasta av hesum at læra at brúka tøknina. Tað gera tey longu uttan fyri skúlagátt, og brúkaramarkamótini betrast støðugt.
Torførari er at læra at vera kritiskur og at skapa góð filtur til sín sjálvs og sítt netverk. Eins og alt annað, sum skal lærast, kann hetta bara gerast við at næmingarnir fáa høvi at royna seg. Leikluturin hjá læraranum er at geva íblástur og at vegleiða. Krøvini til ein stimbrandi og stuðlandi lærara eru nógv størri enn krøvini til ein myndugleika-lærara, og tí er avgerandi at uppstiga førleikarnar hjá lærarunum á hesum øki.
Men tað torførasta er allarhelst at tryggja fjølbroytni. Tá vit sjálvi seta okkara filtur upp, er vandin altíð fyri at vit enda í ekko-kømurum við tjúkkum veggjum. Hinvegin gevur netið okkum lættari atgongd til tað fremmanda, og avbjóðingin er at finna javnvágina millum at vera opin og at vera kritiskur.
Verðin er broytt, og tað ber ikki longur til at lata sum um at vegurin til sannleikan gongur gjøgnum myndugleikarnar. Vit eiga øll at taka ábyrgd og framhevja tað, ið er vert at framhevja, heldur enn at vænta, at onnur sálda frá fyri okkum.
—
Myndir:
1 – Too Big To Know perma http://www.toobigtoknow.com
2 – Information overload http://www.flickr.com/photos/infidelic/3238637031/
3 – Tøkniforboð http://www.flickr.com/photos/sammy0716/3005591006/
Eitt kristið argument fyri stammkyknum

Yvirskriftin, “Eitt kristið argument fyri stammkyknum”, er eitt lítið sindur misvísandi. Stammkyknur eru har, líkamikið hvørji argument, vit taka fram fyri ella ímóti. Og sum tey, sum kenna eitt sindur til evnið vita, so er etiska ósemjan ikki um allar stammkyknur. Hetta er eitt kristið argument fyri gransking í og viðger við embryoniskum stammkyknum.
Onkur annar er uttan iva nógv betri førur fyri at greiða frá hvat stammkyknur eru fyri nakað enn eg, men í stuttum eru stammkyknur tað upprunaliga og grundleggjandi tilfeingið, sum allar okkara kyknur eru gjørdar burturúr. Og vit eru øll gjørd burturúr kyknum. Um tú hyggur eftir tær sjálvum í speglinum, sært tú í veruleikanum 10 trilliardir kyknur.
Ein vanlig kykna kann, sum vera man, deila seg sjálva í tvey og soleiðis gera eina nýggja kyknu, sum er líka sum hon. Húðkyknur gera nýggjar húðkyknur og tarmkyknur nýggjar tarmkyknur. Og so framvegis. Stammkyknur, alt eftir hvussu potentar tær eru, kunnu gerast til øll sløg av kyknum í kroppinum.
Hetta hevur ovurhondsstórar fylgir við sær innan læknavísindi. Hóast vit enn eru í byrjanini av granskingini og tað enn manglar vitan og háttaløg at útvinna fulla grøðandi potentiali frá stammkyknum, so vilja serfrøðingar vera við, at stammkyknur fara at kunna basa nærmast øllum sjúkum. Heilaskaðar, hjartasjúkur, ryggskaðar, Parkinson, Alzheimers, blindleiki, deyvleiki, sklerosa, sukursjúkur, osfr. osfr.
Einasti trupulleikin er, at mest potentu stammkyknurnar (tvs. tær, sum kunnu gerast til flest sløg av kyknum), eru embryoniskar. Tað vil siga, at tær eru at finna á fosturstøðinum í menniskjaligu menningini. Hóast arbeitt verður hart við at útvinna líka góðar ella næstan líka góðar stammkyknur úr vaksnum kyknum, so er tað enn bara frá fosturtilfarið, at vit fáa stammkyknur. Innara kyknukjarnin verður tikin úr blastocystinum – tað er tað, sum gitta eggið blívur til aftaná 3-5 dagar – og kulturar verða gjørdir burturúr hesum stammkyknum, sum so vaksa í tali og kunnu brúkast til alt møguligt spennandi.
Um tú heldur, at lívið byrjar við giting, so hevur tú ein lítlan trupulleika her. Tí hóast eggið bara er eina lítla viku gamalt, so er væl stadigvekk talan um menniskjalív, sum verður endað. Og tað kunnu nógv, bæði kristin, átrúnaðarlig og ikki-átrúnaðarlig, ikki góðtaka, líkamikið ovurhondsstóru fyrimunirnar. Lívið er heilagt og vit eiga ikki pilka við tað.
Men tað er ikki einasta kristna og átrúnaðarlig argumentið í hesum kjakinum. Eg haldi at sera góðar serkristnar orsøkir eru fyri at vera við uppá (embryoniska) stammkyknugransking og -viðger.
Sambært Evangeliunum, so grøddi Jesus tey sjúku, sum komu til hansara og flestøll kristin trúgva, at Gud enn kann grøða sum svar uppá forbøn. Hetta ítøkiliga yvirnáttúrliga elementið í kristnu trúnni verður ofta sett upp ímóti vísindi sum heild og læknavísindi serliga. Í ekstremum førum siga summir kristnir bólkar og einstaklingar, at tað beinleiðis er skeivt at leita sær læknavísindaliga hjálp tá ið ein er sjúkur. Tað vísir manglandi trúgv, um ein, sum er kristin, ikki vendir sær til Gud einans fyri heilsubót. Og somuleiðis vísir tað manglandi trúgv, um viðkomandi ikki góðtekur Guds vilja fyri eins lív. Tíbetur er tað ikki so ekstremt í allarflestu førum. Men hjá nógvum trúgvandi standa undur og læknavísindi í andsøgn.
Eg haldi, at hetta er ein trupulleiki. Eg dugi at skilja hví summi hugsa soleiðis, men eg haldi tað er ein feilur, tí tey síggi ikki skógin fyri trøum. Tað, at Jesus í Evangeliunum grøðir fólk frá ymiskum sjúkum, eigur ikki at seta Gud upp ímóti læknavísindi. Heldur tvørturímóti. Tað eigur at undirstrika og staðfesta týdningin av læknavísindi. Gud er eftir øllum at døma áhugaður í at fólk ikki eru sjúk og onkuntíð, so grøðir hann tey yvirnáttúrliga. Hetta skal síggja sum ein ítøkiligur partur av størru játtanini, at Gud er kærleiki. Hvussu kann náttúrlig grøðing vera nakað annað enn ein forlongin av Guds yvirnáttúrligu grøðing? Við øðrum orðum, kristin eiga ikki einans at ikki at síggja læknavísindi sum ein mótsøgn til teirra trúgv og átrúnað sum heild. Heldur eiga kristin at síggja tað, sum læknar gera, sum nakað, sum á ein serligan hátt er signað ella viðurkent av Gudi.
Og tað er her stammkyknurnar koma inn. Hóast vit enn bara eru byrjað at gera stammkyknuviðgerðir, so er potentialið risastórt. Stammkyknuviðgerðir lova at fullkomiliga kollvelta læknavísindi og okkara lív í framtíðini. Hervuligastu sjúkurnar, sum plága okkum menniskju, fara eftir øllum at døma at kunna basast og skaðar, sum áður elvdu til sera skerd lív, fara at kunna rættast. Ja, har eru heilt greitt etiskt grá øki og hetta er eitt evni, sum umhugsin fólk erligt kunnu vera ósamd um. Men tá ið hugsað verður um ótrúligu grøðandi fylgirnar, sum stammkyknuviðger fer at hava við sær, so er tað ógvuliga torført hjá mær – ein kristin, sum hvørt kvøld biður til “stóra Læknan” fyri teimum sjúku – ikki at stuðla hesi nærmast undrunnarsomu tøkni.
Mynd: “Healing of a Blind Man” hjá Brian Jekel.
Posted in Blogga
Leave a comment
Klassisk tilvenjing (Classical Conditioning)
Tey av tykkum, sum dáma kaffi, kenna helst kensluna eg fái tá eg lukti nýbryggjað kaffi. Ella hvat við tá vit hoyra fyrstu tónarnar av einum sangi vit elska? Reaktiónin er fysisk, sum um okkara kroppur reagerar av sær sjálvum, og tað er eisini tað, hann ger.
Alt okkara lív vera vit útsett fyri ljóðum og luktum og alt møguligt, sum nærum sjálvvirkandi føra til okkurt annað. Lukturin av kaffi førir til smakkin og kensluna av at drekka kaffi og somuleiðis við so nógvum øðrum. Tó eru summi ting, ið ikki eru heilt so Les meira
Posted in Blogga
Tagged classical conditioning, djóraatferð, klassisk tilvenjing, læra, Pavlov
Leave a comment
Djóraatferð við serligum atliti til hundar
Fyri stuttum var eg í útvarpinum og tosaði um djóraatferð. Har komu vit nokkso nógv inn á hundar og onnur húsdjór, so eg helt eg skuldi vísa tykkum nakað av tí vit atferðarfrøðingar læra, tá tað kemur til hundar.
Av tí at hundurin er so menniskjakærur, hevur hann lært seg at skilja okkum, og vit hava í ein vissan mun lært okkum at skilja hundin.
Tí ber til at síggja nógvar ymiskar kenslur á einum hundi, og her havi eg lænt nøkur video frá youtube, fyri at vísa tykkum Les meira
Um at kenna sítt pláss
Guð er Guð, um land alt legðist oyði, Guð er Guð, um menniskjan øll doyði
Eg minnist aftur á morgunsangin í kommunuskúlanum at hesi orðini stóu eftir, sum rættiliga hørð. Eg sum kristin valdi tá at tulka hetta sum eitt reality check og viðurkenna at tað finst nakað sum er hægri enn eg, ella í tað minsta at universi melur ikki rundanum meg. Tað er eisini hetta sum kom í huga tá ið eg fyri nøkrum mánum síðani las um eina nýggja orkide Bulbophyllum nocturnum sum var uppdaga í Papua Ný Guineau. Tað sum ger hesa serliga frá hinum 23.000 sløgunum er at hon einans blomstrar um náttina. Tað er í veruleikanum ikki nakað óvanligt við blómum sum blóma um náttina, men eg tók meg sjálvan í tankanum at tað er rættiliga synd í einari blómu sum næstan ongin nakrantíð skal síggja í blóma.
Posted in Blogga
Tagged Bulbophyllum nocturnum, Charles Darwin, Copernicus, Fertilisation of orchids, orkide, plantufrøði
Ongar viðmerkingar
Avbjóðingar hjá føroyskum og føroysklærugreinini í skúlaverkinum
Í einum tjóðardiskursi er tað áhugavert, at føroyska málið og móðurmálslærugreinin eru mál og lærugrein í eini tjóð, sum er partur av einum fleirtjóðarligum stati, sum er við til at skapa eina støðuga konflikt við ráðandi málið í tjóðarstatinum, nevniliga danskt. Hetta er sjálvsagt ikki so sjónskt í dagsins skúla, sum tað hevur verið tað søguliga, tá ið føroyskt als ikki var lærugrein í skúlaverkinum, og har fremsta tjóðskaparstríðið var at vinna føroyskum pláss sum móðurmál í skúlaverkinum. Men stríðið um hegemoni liggur framvegis sum eitt innbygt og arvað stríðsmál um vald í móðurmálslærugreinardiskursinum. Føroyskt verður samanborið við dansklærugreinina, hvat innihaldi viðvíkur og danskar máliskur, serliga av fakligum slagi, verða mettar sum ein kappingarneyti hjá føroyskum, og av mongum sum ein beinleiðis hóttan. Næmingar lesa ástøði, lesa aðrar lærugreinar á donskum og hetta er við til at skapa eitt ógvuliga málsliga samansett og fátæksligt fakmál á føroyskum. Tað er vanligt hjá bæði næmingum og lærarum at ivast í, hvat er føroyskt og hvat er danskt, og tað er nærum ein innbygdur diskursur í føroyskum at vilja lúka danskar máliskur burtur, tí Les meira
Hví bjarnadýr eru verd tína tíð
Bjarnadýr eru eitt av hesum djórunum (hóast bjarnadýr sipar til nógv sløg) sum lívfrøðingar kenna, men flest onnur ongantíð hava hoyrt um, uttan so tey fylgja ordiliga væl við.
Hetta er eitt sindur ergiligt, tí bjarnadýr eru millum tey mest spennandi djórini á jørðini og her er hví:
Summi av teimum tola ekstreman kulda, niður í næstan absolutt null (-273 stig) og summi ekstreman varma (151 stig).
Summi klára seg í 10 ár uttan vatn.
Summi tola radioaktivar geislar (1000 ferðir betri enn onnur djór) ella at fara ein flúgvitúr út í rúmdina og niður aftur á jørðina uttan at doyggja.
Tey eru at finna so at siga allastaðni og so eru tey eisini ordiliga ker.
Hvussu ber tað so til, at næstan ongin uttan nørdar og lívfrøðingar kenna hesi djórini? Helst tí at tey eru ordiliga smá. Eg haldi tað er vánaligt, at tey ikki sleppa við í lívfrøðiundirvísingina í fólkaskúlanum, men kanska er tað bara tí at tey bróta allar reglurnar og tí ikki rigga so væl sum dømi um nakað sum helst. Tað er ivaleyst lættari at tosa um fiskar og blómur, sum vit skilja ordiliga væl og kunnu brúka sum grundarlag undir undirvísing um øll hini sløgini av lívi.
Her í Føroyum finnast eisini bjarnadýr og vit hava okkara heilt egnu lívfrøðingar, sum hava brúkt nógva tíð uppá at kanna okkara bjarnadýr.
Til dømis hevur Birna Trygvadóttir funnið trý nýggj sløg, ja eitt heilt genus av bjarnadýrum og útgivið grein um tað sama í tíðarritinum Zootaxa (pdf). Í greinini sigur hon, at henda nýggja grein av bjarnadýrum møguliga eru ein leivd frá jøklum. Tíverri havi eg ikki alla greinina, so eg kann bara siga frá brotinum, eg slapp at lesa á netinum.
Globala upphitingin ikki avtakandi
Boðini eru helst so vanlig at ongin hoyrir tey longur, men enn einaferð hava veðurlagsgranskarar gjørt kanningar sum hava víst á at veðurlagið á jørðini verður alsamt heitari og heitari.
Nýggja forsøgnin er bygd á fimm atskildar kanningar av globala veðurlagnum, og har ávirkan frá regluligum veðurlagsfyribrygdum so sum El Nino, eldgosum, og sólarstyrki er tikið burturúr. Tað sum er eftir er ein heilt greið ábending um at hitin á jørð er í miðal farin upp 0,5 gradir seinastu 30 árini. Í øllum fimm atskildu kanningunum vóru 2009 og 2010 heitastu ár ið eru máld.
Flestu øll vita at veðurlagið á jørðini er økjandi, men seinnu árini hava røddir verið frammi um at hendan gongdin er møguliga avtakandi. Hetta afturvísir nýggja kanningin sum er gjørd í samband við altjóða veðurlagsráðstevnu 6.des í Suðurafrika.

Kelda: Grant Foster and Stefan Rahmstorf 2011 Environ. Res. Lett. 6 044022 doi:10.1088/1748-9326/6/4/044022
Tá ið óvissa verður nevnd í samband við slíkar veðurlagsútrokningar, so eru tær ofta nýttar til fyrimun til tað skeptiska argumenti til at siga at tað helst ikki man verða so galið allíkavæl. Veruleikin vísir tó at óvissan við slíkum útrokningum er ofta tann mest optimistiska metingin, og at útlitini faktiskt ofta eru verri enn óvissan frammanundan loyvdi at meta um.
Hetta minnir okkum bert á at veðurlagið er í drastiskari broyting, og at tað er fyrst og fremst er okkara skyld og ábyrgd at gera nakað við. Vit eru í ferð við drastiskt at broyta liviumstøðurnar á hesari einu planetini vit hava og boðskapurin nú er at tað er ongin góða mamma. Vit mugu faktiskt sjálvi taka okkum saman.
Hvat er heimspeki?
Tá eg byrjaði at hugsa um, hvussu mín fyrsta blogga fyri Fróðskaparfelagið skuldi vera, umhugsaði eg kanska at skriva okkurt um tað at vera heimspekingur ella tað at lesa heimspeki. Men so kom mær í hug, at tað í grundini ikki hevði verið serliga heimspekingasligt av mær. At spyrja, hvat heimspeki er harafturímóti…
Tíverri eri eg ikki vísur í mínum førleika at geva nakað fullfíggjað svar. Mín vón er tó, at tað, ið ikki kann røkkast við orðum, kortini verður sjónligt gjøgnum mína roynd at svara spurninginum við fyrimyndarligum heimspekishátti. ”Fortel ikki, men vís,” sum skaldini siga.
Í Platons ‘Meno’ plágar Sokrates, sum var honum vant, Meno um Les meira
Posted in Blogga
Tagged familjuhugtak, heimspeki, hugtaksgreining, Meno, Platon, Sokrates, Wittgenstein
Leave a comment









