Fróðskaparrit

Fróðskaparrit er árligt tíðarrit við vísindaligum tilfari. Greinar eru innan øll vísindalig økir og skrivað verður bæði á føroyskum, enskum og donskum. Í røðini eru komnar yvir 60 bøkur.

Ritstjórar fyri Fróðskaparritum eru Erla Olsen, Hans Andrias Sølvara og Magni Mohr.

Fróðskapur hevur tikið yvir útgávuna av Fróðskaparritum frá Føroya Fróðskaparfelag, sum við dyggum stuðli frá Mentannargrunni Landsins gav út Fróðskaparrit frá 1952 til 2004.