Soleiðis skrivar tú eina grein til Frøði

Gloym alt um starvsfelagan á skrivstovuni við síðuna av, tá ið tú fert undir at skriva til Frøði! Hav heldur Rannvá, sum gongur í Hoydølum, í huga. Hon skal bæði kunna lesa og skilja greinina, sum tú ætlar at skriva, og best er, um greinin er av slíkum slag, at hon lesir hana við gleði. Endamálið hjá tær eigur at vera at víðka sjónarringin hjá Rannvá, og tað verður bara gjørt við at skriva eina áhugaverda søgu á einum máli, sum hon skilir uttan stórvegis trupulleikar. At skriva slíkar greinar á einum løttum máli kann verða ein stór avbjóðing, men her eru nøkur ráð, sum kanska kunnu hjálpa tær í arbeiðinum.

Fram við kjarnuni

Tað er umráðandi at fanga lesaran beinanvegin í yvirskriftini og innganginum til greinina. Finn tí eina fangandi yvirskrift, sum gevur lesaranum hug at lesa víðari. Vanligar vísindaligar avhandlingar eru ógvuliga reglufastar í bygnaði við inngangi, ástøðislýsing, framløgu av úrslitum og diskussión. Hesin bygnaðurin hóskar ikki til greinar til Frøði. Við slíkum greinum eru flestu lesararnir langt síðani sovnaðir, ella hava teir blakað blaðið frá sær, áðrenn teir koma til kjarnuna í greinunum.

Fær heldur beint til kjarnuna. Legg niðurstøðurnar fram í fyrstu brotunum, og bygg síðani restina av greinini út frá hesum. Á henda hátt verður eisini lættari hjá tær at síggja, um tín boðskapur er áhugaverdur hjá Rannvá í studentaskúlanum, ella at tú møguliga eigur at finna ein heilt annan innfalsvinkul til søguna.

Vinkling

Tá ið tú granskar, er neyðugt at nýta strangar arbeiðshættir, og vísindaliga skrivingin liggur ofta tætt upp at granskingarstíli tínum. Hetta er gott og neyðugt í sambandi við tað at skapa góða gransking. Í hesum nýtir tú ofta sokallaða rapporttrýhyrningin, har tú væl og virðiliga lýsir innleiðing, greiðir frá arbeiðshættum, lýsir úrslit og kemur til niðurstøðuna, alt ímeðan tú heldur skil á heimildum, bókmentum, fótnotum og viðmerkingum.

Støðan er ein heilt onnur, tá ið tú skalt greiða frá granskingini í t.d. lættvísindaligum greinum. Tá skalt tú koppa rapporttrýhyrninginum á høvdið og brúka tíðindatríhyrningin. Tú skalt fyrst velja burturúr granskingarvirksemi tínum, hvørja søgu tú vilt siga. Tú skalt nýta hættir, sum vekja áhugan hjá ókunnugum at lurta eftir søguni og skilja hana. Tá tú hevur valt tær søguna, skalt tú vinkla hana. Hetta gerst tú í vanliga samskiftinum við fólk dagliga. Tú kanst taka tað, sum tú kanst brúka, úr kynstrinum hjá t.d. søguforteljarum og fjølmiðlafólkum.

Hvat er ein góð søga?

Hon er viðkomandi, áhugaverd og sonn.

Tann góða søgan er ofta eyðkend við, at:

  • hon lýsir eitt stríðsmál.
  • tú kennir teg aftur í søguni
  • søgan er aktuel
  • søgan hevur almennan týdning
  • søgan er ein sensatión

Vel eina góða yvirskrift

Hon skal vera eggjandi, vekjandi og dekkandi. Yvirskriftin skal vera ítøkilig.

Undiryvirskriftin

Hetta er tænastan til lesaran, so hann beinanvegin kann fáa at vita, hví hann skal lesa víðari. Svara spurningunum:

  • Hvør?
  • Hvat?
  • Nær?
  • Hvussu?
  • Hví?
  • Hvat so?

Ein grein er sum eitt hús við nógvum hurðum

Hugsa um, tá ið tú skrivar, at ein grein skal vera sum eitt hús við nógvum hurðum. Tað skal vera møguligt at fáa áhuga at lesa við at “detta” yvir eitthvørt í greinini. Detta um eina yvirskrift, undiryvirskrift, mynd, myndatekst, kolonnuyvirskrift. Alt tú kanst koma í tankar um, sum kann vera við til at gera greinina lesivinarliga.

Skriva livandi

Nýt myndir og eitt livandi mál, so tín søga verður livandi og harvið fangar lesaran. Stórur munur er á at lesa: “Ein øgilig ódn herjaði um alt landið” og “Ódnin blásti lastbilar 500 metrar burtur, sendi tekjur niðan í hagan og jarðlegði allar mastrarnar hjá SEV.”

Skriva virkið, einfalt og stutt

Ansa væl eftir longum og tungum setningum. Í vísindaligum greinum kann verða trupult at sleppa undan fakorðum, men tú eigur at brúka so fá fakorð sum gjørligt í eini lættvísindaligari grein. Nøkur fakorð eru so vanlig, at ongir trupulleikar eru av teimum, men lesararnir blaka frá sær, so hvørt sum fakorðini gerast meira og meir fremmand fyri hann. Tí eigur tú at greiða frá fakorðinum, fyrstu ferð tú nýtir tað, um okkurt orði er, sum ikki slepst undan at nýta. Royn eisini at avmarka nýtsluna av longum samansettum orðum. Tað er nógv lættari at lesa: Pulvur móti lýsnum í toknunum á fiskinum enn Fiskatoknulúsapulvur.

Eitt av endamálunum, sum Frøði hevur arvað frá Fróðskaparriti, er at gera nýtt føroysk frøðiorð. ER áhugi fyri hesum ber til hjá okkum í samstarvi við málkøn at finna fram til nøkur nýyrði, sum kunnu nýtast á fyrsta sinni í tínari grein.

Set evnið inn í eina størri heild

Granskarar arbeiða vanliga við staklutum, og tey eru ofta ógvuliga fá, sum skilja, hvønn týdning granskingarúrslitini hava. Tí er tað av avgerandi týdningi, tá ið úrslitini skulu leggjast fram fyri ein breiðan lesaraskara, og tú dugir at síggja tíni egnu granskingarúrslit úr eini ávísari frástøðu, so at úrslitini eisini kunnu setast inn í eina størri heild.

Ikki gera ov nógv burtur úr framferðarháttinum

Granskarar hava lyndi til at gera nógv burtur úr tí framferðarháttinum, sum teir hava nýtt. Men hetta hevur ongan áhuga hjá teimum flestu lesarunum. Tí eigur framferðarhátturin at fylla so lítið sum gjørligt í greinini, um greinin ikki júst er um onkran spennandi framferðarhátt.

Royn greinina og skriva av nýggjum

At skriva er eisini at skriva umaftur. Royn og les greinina upp fyri tær sjálvum. Er hon trupul at lesa upp, er hon eisini trupul hjá lesaranum at lesa. Fá onkran í familjuni at lesa greinina. Skilja tey onki av henni, er tað eitt greitt tekin um, at tú má seta teg við telduna aftur.

Tú kanst altíð seta teg í samband við samskiparan hjá ritsjórnini í telduposti til helgi@ritstarv.fo

Góða eydnu við skrivingini og góðan arbeiðshug!

Helgi Jacobsen samskipari