Author Archives: Vár í Ólavsstovu

About Vár í Ólavsstovu

Eg eri úr Havn og búsitandi har, men havi røtur úr Øravík og Kaldbak. Eri nýmálsligur studentur úr Hoydølum, lærari av Føroya Læraraskúla, Exam. art í norðurlendskum, serliga føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya, Mag.art. í norðurlendskum bókmentum á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, Ph.d. við lærda háskúlan í Odense í lærugreinafrálærufrøði. Undirvísi serliga í føroyskum, men eisini í donskum á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum.

Er dansklærugreinin í skúlaverkinum einans leivd frá hjálandaveldinum?
avatar

Kjakið um danskt í nýggju miðnámsskúlaskipanini, sum skal koma í gildi 2012, elvdi ikki óvæntað til kensluborið kjak í almenninginum eftir at dansklærarar í miðnámsskúlunum høvdu víst á týdningin lærugreinin hevði fyri alment innlit í norðurlendska og europeiska mentan og sum serliga málslig amboðslærugrein til víðari lestur í Danmark og hinum Norðurlondum. Kjakið snúði seg m.a. um tað árin, sum danska málið hevur og hevur havt á føroyska málið og í hvønn mun danskt framvegis røkir uppgávur, sum av røttum eiga at liggja í móðurmálslæru­greinini. Sjálvsagt er hetta kjak ein leivd Les meira

Posted in Blogga | Leave a comment

Avbjóðingar hjá føroyskum og føroysklærugreinini í skúlaverkinum
avatar

Í einum tjóðardiskursi er tað áhugavert, at føroyska málið og móðurmálslærugreinin eru mál og lærugrein í eini tjóð, sum er partur av einum fleirtjóðarligum stati, sum er við til at skapa eina støðuga konflikt við ráðandi málið í tjóðarstatinum, nevniliga danskt. Hetta er sjálvsagt ikki so sjónskt í dagsins skúla, sum tað hevur verið tað søguliga, tá ið føroyskt als ikki var lærugrein í skúlaverkinum, og har fremsta tjóðskaparstríðið var at vinna føroyskum pláss sum móðurmál í skúlaverkinum. Men stríðið um hegemoni liggur framvegis sum eitt innbygt og arvað stríðsmál um vald í móðurmálslærugreinardiskursinum. Føroyskt verður samanborið við dansklærugreinina, hvat innihaldi viðvíkur og danskar máliskur, serliga av fakligum slagi, verða mettar sum ein kappingarneyti hjá føroyskum, og av mongum sum ein beinleiðis hóttan. Næmingar lesa ástøði, lesa aðrar lærugreinar á donskum og hetta er við til at skapa eitt ógvuliga málsliga samansett og fátæksligt fakmál á føroyskum. Tað er vanligt hjá bæði næmingum og lærarum at ivast í, hvat er føroyskt og hvat er danskt, og tað er nærum ein innbygdur diskursur í føroyskum at vilja lúka danskar máliskur burtur, tí Les meira

Posted in Blogga | Tagged , , | Leave a comment

Námsfrøði í tykisheimi og talgilda læringsrúminum
avatar

Námsfrøðilig gransking er fortreyt fyri, at skúlaverkið kann menna seg. Hvussu kunnu vit við vissu fremja broytingar, eftirmeta og seta út í kortið, um vit ikki hava ítøkilig úrslit at byggja og rættvísgera hesar broytingar út frá. Gransking í føroyska skúlaverkinum er sum lundi á jólanátt. Nýggjar námsætlanir eru og verða settar í verk, fyri fólkaskúlan í ár og fyri miðnám komandi skúlaár, uttan at nøkur royndarundirvísing ella granskingarúrslit liggja til grund fyri at seta í verk nýggjar námsætlanir, sjálvt um talan er um bæði grundleggjandi fakligar broytingar og nýggjan próvtalsstiga. Hugt hevur verið at broytingum í grannalondunum og serliga norska skúlaskipanin hevur havt sína ávirkan, skilst. Danski próvtalsstigin verður settur í gildi Les meira

Posted in Blogga | Leave a comment