Author Archives: Sjúrður Hammer

Sjúrður Hammer

About Sjúrður Hammer

Sjúrður Hammer er PhD lesandi í Skotlandi, har hann arbeiðir við dálkingarevni í føroyskum skúgvi. Hann vil fegin arbeiða fyri at gera vísindi so opna sum gjørligt og sæðst hetta serliga aftur í hansara arbeiði við Mendeley, Frøði og Dialogos. Sjúrður fer at blogga regluliga á vísindablogguni hjá Fróðskaparfelagnum.

Um at kenna sítt pláss
avatar

Guð er Guðum land alt legðist oyði, Guð er Guð, um menniskjan øll doyði

Mynd: André Schuiteman/PA

Eg minnist aftur á morgunsangin í kommunuskúlanum at hesi orðini stóu eftir, sum rættiliga hørð. Eg sum kristin valdi tá at tulka hetta sum eitt reality check og viðurkenna at tað finst nakað sum er hægri enn eg, ella í tað minsta at universi melur ikki rundanum meg. Tað er eisini hetta sum kom í huga tá ið eg fyri nøkrum mánum síðani las um eina nýggja orkide Bulbophyllum nocturnum sum var uppdaga í Papua Ný Guineau. Tað sum ger hesa serliga frá hinum 23.000 sløgunum er at hon einans blomstrar um náttina. Tað er í veruleikanum ikki nakað óvanligt við blómum sum blóma um náttina, men eg tók meg sjálvan í tankanum at tað er rættiliga synd í einari blómu sum næstan ongin nakrantíð skal síggja í blóma.

Les meira

Posted in Blogga | Tagged , , , , , | Ongar viðmerkingar

Globala upphitingin ikki avtakandi
avatar

Boðini eru helst so vanlig at ongin hoyrir tey longur, men enn einaferð hava veðurlagsgranskarar gjørt kanningar sum hava víst á at veðurlagið á jørðini verður alsamt heitari og heitari.

Nýggja forsøgnin er bygd á fimm atskildar kanningar av globala veðurlagnum, og har ávirkan frá regluligum veðurlagsfyribrygdum so sum El Nino, eldgosum, og sólarstyrki er tikið burturúr. Tað sum er eftir er ein heilt greið ábending um at hitin á jørð er í miðal farin upp 0,5 gradir seinastu 30 árini. Í øllum fimm atskildu kanningunum vóru 2009 og 2010 heitastu ár ið eru máld.

Flestu øll vita at veðurlagið á jørðini er økjandi, men seinnu árini hava røddir verið frammi um at hendan gongdin er møguliga avtakandi. Hetta afturvísir nýggja kanningin sum er gjørd í samband við altjóða veðurlagsráðstevnu 6.des í Suðurafrika.

Kelda: Grant Foster and Stefan Rahmstorf 2011 Environ. Res. Lett. 6 044022 doi:10.1088/1748-9326/6/4/044022

 

Tá ið óvissa verður nevnd í samband við slíkar veðurlagsútrokningar, so eru tær ofta nýttar til fyrimun til tað skeptiska argumenti til at siga at tað helst ikki man verða so galið allíkavæl. Veruleikin vísir tó at óvissan við slíkum útrokningum er ofta tann mest optimistiska metingin, og at útlitini faktiskt ofta eru verri enn óvissan frammanundan loyvdi at meta um.

Hetta minnir okkum bert á at veðurlagið er í drastiskari broyting, og at tað er fyrst og fremst er okkara skyld og ábyrgd at gera nakað við. Vit eru í ferð við drastiskt at broyta liviumstøðurnar á hesari einu planetini vit hava og boðskapurin nú er at tað er ongin góða mamma. Vit mugu faktiskt sjálvi taka okkum saman.

Kelda

Posted in Blogga | Tagged , , | Leave a comment

Fimm átroðkandi náttúrumál til valstríðið
avatar

Mynd: Janus Hansen

 

Eg hevði ætlað mær at skrivað ein lættari og fittari blogg sum mín fyrsta her á vísindablogginum, men eg haldi hendan hava týdning at fáa við áðrenn valstríðið av álvara kemur í gongd. Allarhelst eri eg naivur, tá ið eg haldi meg kunna skjóta upp einstøk og nágreinilig mál, ið eg vildi ynskt vórðu loyst í nýggja valskeiðinum, men vónandi er hetta nakað, ið okkurt valevni hevur hug at taka við. Nøkur mál eru “no-brainers” og vildi verið løtt at gjøgnumført, meðan onnur helst vildu kravt eina nýggja raðfesting til umsiting av lógum (um man ikki kann loyva sær at verða optimistiskur áðrenn val, so veit eg ikki nær man kann). Eg havi viðfest leinkjur, um áhugi er fyri at lesa meira um ávísu málini.

Eg biði frammanundan um umbering fyri allar stavivillurnar, og taki fegin ímóti rættingum.

Les meira

Posted in Blogga | Tagged , , , , , , , , , | 4 Comments