Author Archives: Heini Reinert

About Heini Reinert

Heini Reinert hevur eina BA í heimspeki, og ger í løtuni eina MA á University of Leeds. Hann hevur sína egnu bloggu, har hann skrivar um heimspeki (og viðhvørt onnur ting) á enskum. Eitt av hansara áhugamálum er at gera heimspeki lættskilligt fyri almenningin.

Ein sjónfíl og ein bók
avatar

Í dag ætli eg mær bara, at deila onkur ting við tykkum, ið eg vóni, at tit fara at fáa okkurt burturúr, um tit eru áhugaði í at vita meir um heimspeki.

YouTube Preview Image

The University of West England Bristol gjørdi ein pallborðsfund, ið kallaðist ‘heimspeki er týdningarmikið.’ Mær dámar væl frágreiðingina fyri navnið. Tað er ikki ein spurningur, sum heitið á pallborðsfundum annars plagar at vera, men heldur ein pástandur, sum allir luttakararnir eru samdir um. Men pástandurin er sjálvslýsandi, tí um ein hevði spurt, um heimspeki er týdningarmikið, so hevði ein longu spurt ein heimspekiligan spurning, ið leggur upp til at viðgera, hvat tað er, at vera týdningarmikið. So svarið er “Ja, tað hevur tú longu prógva við at spyrja spurningin.” Um tykkum dáma slíkan finurligan humor, og um tit vilja hoyra meir um týdningin av heimspeki, so er sjónfílin heilt sikkurt verd at hyggja at. Har eru avbera nógv minnisverd orð.

Harnæst vil eg viðmæla bókina The Mind’s I eftir Douglas R. Hofstadter og Daniel C. Dennett. Bókin er skrivað til at vera tankavekjandi, men lætt atgeingilig fyri vanliga lesaran. Hon er deilt upp í kapitlar, ið skiftivís eru útvaldir tekstir, ið allir handla um sinnið, og viðmerkingar og lítlar søgur skrivaðar til tekstirnar av Hofstadter og Dennett. Eg rokni ikki við at tað ber til, at lesa bókina og hugsa um sinnið uppá sama máta. Men mín viðmæling ljóðar alt ov turrisligt í mun til hvussu livandi bókin er! Eg burdi heldur givið tykkum onkur dømi um spurningar, ið bókin viðgerð:

  • Um tú hevði traðka inn í eina teleport maskinu, ið niðurbreyt teg eitt stað og bygdi teg uppaftur eitt annað, hevði tað so verið tú, ið traðkaði útaftur hinumegin?
  • Kunnu vit nakrantíð vita hvussu tað er, at vera ein flogmús? Kanst tú ímynda tær at síggja ljóð?
  • Hevði borið til, at gjørt eina teldu, ið hugsar?

Tit kunnu eisini síggja eina youtube versión av kendu framløgu Dennets ‘Where Am I?’ – ið annars eisini er at finna í bókini – her:

YouTube Preview Image

Posted in Blogga | Tagged , , , , , , , , , , | Leave a comment

Hvat er vitan?
avatar

Standmyndir Dædalus sigast at hava verið so natúrligar, at vóru tær ikki tjóðraðar, hevði vandi verið fyri, at tær fóru til stroks. Dædalus var uppfinnari, arkitektur, villiniborgasmiður, fyrsta flúgvandi menniskja (nú lata vit sum um) og fyrsti grikski myndahøggarin, ið fann upp á at skapa sínar standmyndir soleiðis, at tær høvdu opin eygu og sundurskild bein. Tí varð mett, at hóast hansara standmyndir vóru háttvirdar og eftirspurdar, so vóru tær virðisleysar, um tær ikki eisini vóru væl og virðiliga tjóðraðar. Sum ikki einaferð snýr alt í heimspeki seg um Sokrates. Sannar meiningar, fortelur Sokrates Meno, eru at samanbera við standmyndir Dædalus: tær eru virðisleysar, um tær ikki eru fastnegldar við góðum grundgevingum fyri, hví tær eru sannar. Um eingin grundgeving er til taks, so flýggja sonnu meiningarnar úr huga okkara, áðrenn langt er liðið.

Hendan Sokratiska hugleiðingin um, hví vitan er betri enn tilvildarliga sannar meiningar, var í meiri enn tveytúsund ár Les meira

Posted in Blogga | Tagged , , , , , , , , , , , , , , , , , | Leave a comment

Hvat er heimspeki?
avatar

Tá eg byrjaði at hugsa um, hvussu mín fyrsta blogga fyri Fróðskaparfelagið skuldi vera, umhugsaði eg kanska at skriva okkurt um tað at vera heimspekingur ella tað at lesa heimspeki. Men so kom mær í hug, at tað í grundini ikki hevði verið serliga heimspekingasligt av mær. At spyrja, hvat heimspeki er harafturímóti…

Tíverri eri eg ikki vísur í mínum førleika at geva nakað fullfíggjað svar. Mín vón er tó, at tað, ið ikki kann røkkast við orðum, kortini verður sjónligt gjøgnum mína roynd at svara spurninginum við fyrimyndarligum heimspekishátti. ”Fortel ikki, men vís,” sum skaldini siga.

Platon & AristotolesÍ Platons ‘Meno’ plágar Sokrates, sum var honum vant, Meno um Les meira

Posted in Blogga | Tagged , , , , , , | Leave a comment