-
Merki
atferð atferðarvistfrøði Aðalfundur bjarnadýr bládúgva Bulbophyllum nocturnum Charles Darwin Copernicus eldgos el nino familjuhugtak Frøði fuglaveiðulógin Fundir Fyrilestrar føroysk náttúra Glotti havhestur heimspeki hugtaksgreining hótt mál inkarnatión jesusbarnið Limatiltak línuveiða lívfrøði Meno orkide plantufrøði Platon puristiskur málhugburður rotta skaðadjór Sokrates svartfuglur sálarfrøði tardigrada trauma trúgv trúgv og vísindi valstríð veiða veðurlagsbroytingar Wittgenstein yvirborðvitan Blogga (28)
Fundir (1)
Fyrilestrar (6)
Glotti (5)
Tíðindi (23)
Uncategorized (1)
WP Cumulus Flash tag cloud by Roy Tanck requires Flash Player 9 or better.
-
Nýggjastu postar
Fráboðanir
Tekna teg til fráboðanirViðmerkingar
-
Sera áhugaverd hugleiðing! Tað er ongin ivi um, at ein útbúgvingarkollvelting er… — F Gaini
-
Hatta ljóðar sum ein yvirtulking av atburðinum hjá kúnni. Tað kunnu vera… — Olavur Ellefsen
-
fitt søga, men verður ikki rættiliga nógvur "antropomorfiskur" týdningur lagdur í hasa… — Sjúrður Hammer
-
Ja, eg haldi, at ein fullkomin nýskipan av útbúgvingarskipanini átti at verið… — Olavur Ellefsen
-
Kalendari
AEC v1.0.2Vit á Facebook
Author Archives: Ása Johannesen
Útynnandi tilvenjing (Operant Conditioning)
Seinast tosaði eg um klassiska tilvenjing, og hvussu hon skapar eina broyting í hvussu vit reint kropsliga reagera uppá okkurt, sum hendir.
Síðan hetta var uppdagað, hava vit lært okkum at brúka hetta, til at fáa djór (og menniskju) at gera tað, vit vilja hava tey til.
Hetta er tað, vit kalla útynnandi tilvenjing ella operant conditioning. Tað, sum liggur í orðinum er, at tilvenjingin verður brúkt til at fáa eitt djór Les meira
Posted in Blogga
Tagged atferð, operant conditioning, Skinner, útynnandi tilvenjing, venjing
Leave a comment
Klassisk tilvenjing (Classical Conditioning)
Tey av tykkum, sum dáma kaffi, kenna helst kensluna eg fái tá eg lukti nýbryggjað kaffi. Ella hvat við tá vit hoyra fyrstu tónarnar av einum sangi vit elska? Reaktiónin er fysisk, sum um okkara kroppur reagerar av sær sjálvum, og tað er eisini tað, hann ger.
Alt okkara lív vera vit útsett fyri ljóðum og luktum og alt møguligt, sum nærum sjálvvirkandi føra til okkurt annað. Lukturin av kaffi førir til smakkin og kensluna av at drekka kaffi og somuleiðis við so nógvum øðrum. Tó eru summi ting, ið ikki eru heilt so Les meira
Posted in Blogga
Tagged classical conditioning, djóraatferð, klassisk tilvenjing, læra, Pavlov
Leave a comment
Djóraatferð við serligum atliti til hundar
Fyri stuttum var eg í útvarpinum og tosaði um djóraatferð. Har komu vit nokkso nógv inn á hundar og onnur húsdjór, so eg helt eg skuldi vísa tykkum nakað av tí vit atferðarfrøðingar læra, tá tað kemur til hundar.
Av tí at hundurin er so menniskjakærur, hevur hann lært seg at skilja okkum, og vit hava í ein vissan mun lært okkum at skilja hundin.
Tí ber til at síggja nógvar ymiskar kenslur á einum hundi, og her havi eg lænt nøkur video frá youtube, fyri at vísa tykkum Les meira
Hví bjarnadýr eru verd tína tíð
Bjarnadýr eru eitt av hesum djórunum (hóast bjarnadýr sipar til nógv sløg) sum lívfrøðingar kenna, men flest onnur ongantíð hava hoyrt um, uttan so tey fylgja ordiliga væl við.
Hetta er eitt sindur ergiligt, tí bjarnadýr eru millum tey mest spennandi djórini á jørðini og her er hví:
Summi av teimum tola ekstreman kulda, niður í næstan absolutt null (-273 stig) og summi ekstreman varma (151 stig).
Summi klára seg í 10 ár uttan vatn.
Summi tola radioaktivar geislar (1000 ferðir betri enn onnur djór) ella at fara ein flúgvitúr út í rúmdina og niður aftur á jørðina uttan at doyggja.
Tey eru at finna so at siga allastaðni og so eru tey eisini ordiliga ker.
Hvussu ber tað so til, at næstan ongin uttan nørdar og lívfrøðingar kenna hesi djórini? Helst tí at tey eru ordiliga smá. Eg haldi tað er vánaligt, at tey ikki sleppa við í lívfrøðiundirvísingina í fólkaskúlanum, men kanska er tað bara tí at tey bróta allar reglurnar og tí ikki rigga so væl sum dømi um nakað sum helst. Tað er ivaleyst lættari at tosa um fiskar og blómur, sum vit skilja ordiliga væl og kunnu brúka sum grundarlag undir undirvísing um øll hini sløgini av lívi.
Her í Føroyum finnast eisini bjarnadýr og vit hava okkara heilt egnu lívfrøðingar, sum hava brúkt nógva tíð uppá at kanna okkara bjarnadýr.
Til dømis hevur Birna Trygvadóttir funnið trý nýggj sløg, ja eitt heilt genus av bjarnadýrum og útgivið grein um tað sama í tíðarritinum Zootaxa (pdf). Í greinini sigur hon, at henda nýggja grein av bjarnadýrum møguliga eru ein leivd frá jøklum. Tíverri havi eg ikki alla greinina, so eg kann bara siga frá brotinum, eg slapp at lesa á netinum.
Loyniliga verðin hjá einum atferðarvistfrøðingi
Eg eri djóraatferðarfrøðingur – ella kanska atferðarvistfrøðingur. Royn og sig eitt av hasum tíggju ferðir skjótt. Ein djóraatferðarfrøðingur er ein, ið kannar atferð hjá djórum í breiðum týdningi. Hetta kann vera atferðin hjá leyvum í djóragørðum ella hjá kettuni í íbúðini á fimtu hædd. Tað kann eisini vera atferð hjá villum djórum í náttúruni, men tá flytir evnið seg ofta longur yvir til atferðarvistfrøði, sum er gransking innan atferð hjá djórum og um hvussu umhvørvið ávirkar og ávirkast av djórunum, ið har eru. Hetta er fast tengt at menningarlívfrøði, og tí verður atferð ofta lýst í mun til, hvussu atferðin broytir yvirlivingarvánirnar hjá ymisku djórunum.
Vistfrøðingar eru ein á
hugaverdur bólkur av menniskjum. Tey eru ofta vegetarar, elska alt, sum er økovinarligt og Les meira





