Ársins herðaklapp

Fróðskaparfelag Føroya hevði 28. novembur 2009 árliga aðalfundin. Sum eitt nýtt tiltak í felagum varð fyri fyrstu ferð givið herðaklapp til ein ungan granskara fyri vælgjørt granskingararbeiði.

Herðaklappið varð givið Hjálmari Hátún, granskara á Havstovuni og samstundis knýttur at Nansen Sentrinum í Bergen. Við heiðursbrævinum fylgdi ein peningagáva á 25 000 kr. sum Hjalti í Jákupsstovu tók ímóti vegna Hjálmar Hátún.

Til at meta um hvør skuldi hava heiðurin frá Fróðskaparfelagnum, varð sett ein nevnd, við Anniku Sølvará, Beintu í Jákupsstovu og Boga Hansen. Metingarnevndin gjørdi greitt at Hjálmar Hátún skuldi hava Herðaklappið 2009, millum annað við hesi grundgeving “Hansara gransking hevur vakt stóran ans uttanlanda; men er samstundis innan eitt øki, sum hevur ógvuliga stóran týdning fyri Føroyar, nevniliga grundarlagið undir teimum stóru pelagisku fiskastovnunum, sum ferðast fram við okkum.“