Gransking í Føroyum 2017 – onnur kunning

16. novembur 2017 í Klingruni í Norðurlandahúsinum

Fyrbilsskrá
kl 09:00 – 12:15 Framløgur
kl 12:15 – 13:00 Ábit
kl 13:00 – 14:30 Framløgur
kl 15:00 – 16:00 Framløgur
kl 16:00 – 17:00 Gagnnýtt gransking; nýggjari føroyskur matur og drekkivørur

Keynote speakers / Innbodnir fyrilestrahaldarar eru:

Lise Lotte Hansen, Ph.D. Lektari við Aarhus Universitet.
Hon sigur um sítt virksemi, at hon

arbejder især med epigenetik og cancer, hvor vi finder biomarkører baseret på epigenetiske ændringer. Desuden har vi fokus på hvordan miljøet kan påvirke vores epigenetiske mønster, både som fostre og i ungdommen og måske være årsag til alvorlig sygdom senere i livet.

Reid Hole, Dr. Pro-rektor forskning og utvikling við Nord Universitet.
Hann fer at tosa um

tverrfageleg forsking som ein viktig del av eit moderne samfunn. Det er eit tema som eg er oppteken av.

 

Føroya Fróðskaparfelag hevur tikið stig til hesa ráðstevnu, sum er ætlað teimum, sum arbeiða sum granskarar ella við gransking. Endamálið er at geva hesum fólkum ein pall at kunna hvønn annan um sína núverandi gransking, at greiða frá um sítt evni og læra um tað, sum onnur gera.

Hetta verður eitt høvi at menna ta síðuna av tí at vera granskari, sum snýr seg um at kunna um vísindi. Eitt endamál er at slóða fyri framtíðar samstarvi, har sum tað er gagnligt fyri granskingarúrtøkuna. Vit ynskja eisini at styrkja gransking sum starv og við tí stuðla uppundir, at gansking verður sæð sum eitt týðandi og virðismikið íkast til samfelagskervið og menningina av tí.

Ráðstevnan er ætlað granskarum, men eisini lesandi og tey, sum hava áhuga fyri gransking, kunnu luttaka.

Ráðstevnan er ókeypis, so einki gjald er fyri at luttaka.