Almennur fundur um framtíð Fróðskaparsetursins í Norðurlandahúsinum 21. mai kl. 19

Í sambandi við at 50 ár eru liðin, síðani Fróðskaparsetur Føroya varð sett á stovn, verður skipað fyri almennum fundi við pallborði í Norðurlandahúsinum 21. mai kl. 19 – 21, har ljós verður varpað á avbjóðingar og menningarmøguleikar hjá Fróðskaparsetrinum. Komið við og takið lut í kjakinum um framtíðar menningina av lærdum háskúla í Føroyum.