Ársaðalfundurin 2014

Ársaðalfundur Føroya Fróðskaparfelags verður á Føroyamálsdeildini á Debesartrøð fríggjadagin 28. november kl. 17.30.

Ársaðalfundurin byrjar við limafundi kl. 16, har norski søgufrøðingurin Erling S. Sandmo fer at halda fyrilestur um svian Olaus Magnus. Fyrilesturin verður á Føroya Landsbókasavni og er almennur.

Aftan á aðalfundin verður borðhald í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini.

Felagsins vegna

Nevndin