Perfluorinated Compounds- PFC-støðan í Føroyum 2014

Føroya Fróðaskaparfelag ger nú eina roynd at taka tiltakið við Glotta uppaftur. Fyrsti Glotti í hesum umfari verður í skúlastovuni á Føroyamálsdeildini hósdagin 30. oktober kl. 15.

Maria Dam Dr. Sc. í evnafrøði og deildarleiðari á Umhvørvisstovuni fer at hava framløgu um støðuna í Føroyum viðvíkjandi Perfluorinated Compounds, stytt PFC.

Í framløguni fer Maria at greiða frá hesum tættum, ið eru viðkomandi fyri spurningin:

  • Hvat er PFC
  • Gongdin í framleiðsluni av PFC
  • Gongdin í Føroyum
  • UN Stockholm POP konventiónin
  • Kanningarætlan í Føroyum

Tiltakið er fyri limir í Fróðskaparfelagnum. Setursfólk og onnur áhugað eru eisini væl komin.

Føroya Fróðskaparfelag