Jens Christian lokið ph.d í Cambridge

Jens Christian Svabo Justinussen, granskari og undirvísari á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, hevur lokið ph.d. prógv við samfelagsfrøðideildina (Faculty of Human, Social, and Political Science) á University of Cambridge í Onglandi. Ritgerðin kallast: “Sustainable Management – a Question of Time”. Vegleiðari hevur verið Dr. Patrick Baert, professari. Les meira.