Fróðskaparfelagið á ráðstevnufundi í Riolunato

Í sambandi at vitjað varð hjá føroyavininum og fróðarmanninum Gianfranco Contri í Riolunato í Italia, hevði John Dalsgarð formaður Fróðskaparfelags høvi at greiða frá Fróðskaparfelagnum, møguleikum fyri samstarvið við italsk fróðarfólk og um fráflyting úr Føroyum. Framløgan var á føroyskum máli og Gianfranco Contri týddi til italskt. Hetta fór fram á ráðstevnufundi, sum italska vísindafelagið Accademia del Frignano ‘Lo Scoltenna’, sum er samstarvsfelag hjá Fróðskaparfelagnum, skipaði fyri 8. august 2014 í bygdini Groppo við Riolunato, har einir 40 luttakarar vóru.

Á ráðstevnuni vóru tveir søguligir fyrilestrar um fráflyting úr Italia sum heild kring heimin. Fyrri fyrilesturin var í høvuðsheitum ein minningarframløga, ið snúði seg um arbeiðið hjá einum staðbundnum verkafelagsformanni, Antonio Parenti at hjálpa fráflytarum úr landslutinum Emilia-Romagna í Italia, ið vóru fluttir burtur í heim at arbeiða. Hin fyrilesturin snúði seg um italiufólk, ið vóru flutt til kolanámsøki í Fraklandi árini 1880-1978.

Accademia del Frignano ‘Lo Scoltenna’ er felag hjá frøðihugaðum fólki í økinum Frignano í Modena landspartinum. Felagið varð stovnað 1902 og er eitt av 15 vísindafeløgum í Italia. Í 2011 varð samstarvsavtala gjørd millum hetta felag og Fróðskaparfelagið, har m.a. dentur verður lagdur á at betra møguleikarnar hjá vísindafólki í Føroyum og í Modena landsluti at samstarva og vitja í londunum hjá hvørjum øðrum.

John, Franco og forsetin-DSCN6933
Á myndini eru John Dalsgarð formaður Fróðskaparfelags, føroyavinurin Gianfranco Contri og Livio Migliori, formaður í vísindafelagnum Accademia del Frignano ‘Lo Scoltenna’.
Luttakararnir á ráðstevnufundinum vóru einir 40 í tali
Luttakararnir á ráðstevnufundinum vóru einir 40 í tali