Er lív á Mars: Føroyar kunnu gerast royndarøki fyri rúmdarferðum til Mars

Almennur fyrilestur verður á Tjóðsavninum, Brekkutún 6 í Hoyvík, leygardagin 16. august kl. 13, har granskarar, sum vitja Jarðfeingi, greiða frá, hvussu Føroyar eru í ferð við at gerast royndarøki fyri gransking av Mars.
“Hevur lív nakrantíð verið á gongustjørnuni Mars? Og um so er, hvat skap høvdu hesar livandi verur?” Hesir spurningar eru høvuðsmál hjá amerikansku rúmdarkanningarstovnunum NASA og ESA á kanningarferðum til Mars. Curiosity, sum er rúmdarakfar hjá NASA, ferðast í løtuni á Mars við hópin av útgerð, so sum myndatólum og øðrum tólum, sum kunnu kanna steinsløg og lívrunnin evni.

Ein nýggjur rúmdarrobottur, nevndur ExoMars, hjá ESA, væntast at vera klárur í 2018. Hann fer at hava boriútgerð, sum er før fyri at taka tríggjar metrar djúpar royndir av yvirflatuni á Mars. NASA fyrireikar í løtuni Mars 2020 kanningarferðina, har ætlanin er at savna inn hópin av tilfari á Mars, sum verður tikið heim til Jørðina seinni til nágreiniligar kanningar.

Síðan 2003 eru hesi rúmdarakfør ment á støðum á Svalbard, sum minna um Mars. Hetta er partur av norsku verkætlanini AMASE (Arctic Mars Analog Svalbard Expedition). Nýggjar dátur um legugrýti á Mars vísa, at føroyska kolalindin minnir um tilfar frá Mars. Eins og á Mars stava føroysk sedimentir frá tærdum basalti, har leysa tilfarið verður ført við vatni út í áir og vøtn. Verkætlanin AMASE 2014 ætlar at brúka støð í Suðuroy og á Tindhólmi til at kanna vísindaligar spurningar og at royna tól umborð á ExoMars-robottinum hjá ESA.

Slíkar dátur úr Føroyum verða liður í fyrireikingunum av rúmdarferðini, tá robotturin ExoMars skal lenda á gongustjørnuni Mars í 2019.

Tiltakið á Tjóðsavninum, Brekkutún 6 í Hoyvík, leygardagin kl. 13:00 er alment og ókeypis.

One comment on “Er lív á Mars: Føroyar kunnu gerast royndarøki fyri rúmdarferðum til Mars

  1. -

    hey.
    Hattar er ein spennandi nýggjheit. Men tad hevdi verdi sera áhugvert um tit eisini kundi lýst hvør talar til hendan fyrilestur!
    vh David

Comments are closed.