Pallborðskjakfundur

Mikukvøldið 3. okt. kl. 19.00 skipar Fróðskaparfelagið fyri pallborðskjaki í auluni á Føroya Læraraskúla. Evnið er grundgransking og nýtslugransking – hvussu stýrd skal gransking vera?

Við pallborðið sita Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, Guðrið Andorsdóttir, stjóri á Ílegusavninum, Firouz Gaini Ph.D, antropologi og Dánjal Petur Højgaard Ph.D, lærari í lívfrøði og granskari.

 

Guðrið Andorsdóttir leggur dent á:

Gransking gevur okkum vitan. Tørvur er á góðari gransking, og nytta er í góðari gransking. Granskingarstovnar kunna inna gransking og veita frálæru, breiða út kunnleika og eggja til orðaskifti um ástøði og úrslit. Hetta er við til at menna okkara samfelag og okkara lívsvirðir.

 

Marita Rasmussen leggur dent á:

Við sera avmarkaðum og ikki vaksandi játtanum til gransking og menning hevur tað týdning, at gransking eisini verður framd miðvíst við beinleiðis nyttu fyri eyga. Tó hevur tað týdning, at vit í Føroyum eisini granska í serføroyskum viðurskiftum, sum onnur samfeløg av góðum grundum ikki vilja granska í.

 

Dánjal Petur Højgaard leggur dent á:

1. Lívið sum granskari

2. Grundgransking kontra vinnu/nyttugransking

 

Firouz Gaini leggur dent á:

Gransking og pengar. Søguna um hønuna og eggið. Hesin spurningurin verður viðgjørdur: Hvørji virði liggja aftan fyri granskingina? Og hvørji virði halda vit eiga at vera grundarlagið undir granskingini?

 

Nevndin