Tá próvtøkan er eitt spæl

Siðbundin skúlagongd er skipað soleiðis, at tú fyrst fær at vita, hvussu tingini hanga saman, síðani ger tú onkrar venjingar, og at enda ert tú til próvtøku fyri at skúlin kann eftirkanna, hvussu nógv tú dugir.

Terpa og testa.

Tey flestu hata próvtøkur av einum reinum hjarta, og tað er ivasamt,

  • um próvtøkurnar veruliga vísa, hvat tann einstaki dugir, og harafturat
  • um øll skipanin við terping og testing er fremjandi fyri læringina

Endamálið við læring er at styrkja um førleikar og økja um vitan.

Tá tú lærir uttan fyri skúlagátt, verður tað sjáldan gjørt við terping og testing. Heldur lærir tú við at royna teg.

Tú leypir útí tað, og gjøgnum royndirnar lærir tú.

Barnið lærir at ganga við at royna seg umaftur og umaftur.  Lærlingurin lærir handverkið við at herma eftir meistaranum og royna seg. Í eini nýggjari støðu royna vit okkum og um tað ikki riggar, so googla vit tað og royna umaftur.

Eingin lesir manualar við góðum vilja.

Hinvegin er í nógvum støðum tørvur á at vita, um fólk veruliga duga tað, tey skulu. Flogskiparar, skurðlæknar og nógv onnur álitisfólk skulu helst duga síni ting, áðrenn vit leggja okkara lív í teirra hendur. Og tað er dýrt at seta starvsfólk í skeiv størv bara tí vit ikki vita, hvat tey duga og eru egnaði til.

So neyðugt er við meting av førleikum – og neyðugt er við skipaðari læring, so vit fáa teir førleikar, sum samfelagið og vit sum einstaklingar hava tørv á.

Nógv hendir á útbúgvingarpallinum í hesum árum, og eitt av nýggju hugtøkunum er “fjald meting” ella “stealth assessment”. Tað snýr seg í stuttum um at brúka telduspøl í flokshølunum til at meta um, hvat tann lærandi dugir, og at brúka hesa vitanina til at styrkja um læringina hjá tí einstaka.

Fjald meting er grundað á eina hugsan um, at telduspøl eru spennandi og innihaldsliga kunnu fevna um tað, sum skal lærast. Fjalda metingin krevur, at upplýsingar um atferðina hjá teimum lærandi í spælinum av sær sjálvum verða savnaðar inn og samanbornar við læringsmálini.

Metingin er mest hugsað sum formativ heldur enn summativ. Tað vil siga, at innsavnaðu upplýsingarnar verða brúktar av læraranum og spælinum sjálvum at tillaga læringstilgongdina hjá tí einstaka heldur enn at meta um endaliga úrslitið.

Verður hetta gjørt rætt, fær einstaki næmingurin alla tíðina avbjóðingar, sum hóskar til hana ella hann, og hetta verður alla tíðina gjørt á ein hátt, sum er spennandi og viðkomandi.

Við amboðum sum fjaldari meting verður leikluturin hjá læraranum broyttur. Minni tørvur verður á fyrilesarum og størri tørvur verður á lærarum, sum kunnu avlesa, hvussu næmingarnir klára seg og hjálpa til, tillaga og stimbra, har tørvur er á tí.

Umframt at eftirkanna einfaldar førleikar, kann fjald meting brúkast til at meta um hægri førleikar sum kritiska hugsan, samstarvsevni, kreativitet og úthaldni.

Telduspøl kunnu vera bæði kompliseraði, kompleks og kaotisk, og avbjóðingin hjá okkum, sum gera læringsspøl, er

  • at gera góð og viðkomandi spøl
  • at skipa góðar greiningar av atferðini hjá einstaklingum eins og bólkum
  • at geva lærarum og teimum lærandi amboð at tillaga læringstilgongdina samsvarandi

Við fjaldari meting kann sum frá líður gerast óneyðugt við próvtøkum.

Sum James Paul Gee, ið er ein av kendu granskarunum innan spæl-grundaða læring, orðar tað:

“Eingin biðir telduspælarar, sum er komin til hægsta stig í Halo, um at fara til skrivliga próvtøku í Halo. Tey hava jú longu prógvað, at tey meistra tað”

Somuleiðis verður óneyðugt við próvtøku hjá einum næmingi, sum er komin á hægsta stig í einum  læringsspæli, sum fevnir um alla læriætlanina í eitt nú støddfrøði ella søgu.

Tá verður próvtøkan eitt spæl.