Ø-ko-tok-si-ko-lo-gi

Eg havi lagt merkis til at ongin blogga eg havi skriva higartil hevur havt beinleiðis við mítt granskingarøki at gera. Møguliga er tað eitt úttrykk fyri ein veikleika at tosa um ting eg ikki havi skil fyri, men enn hava tey ikki ringt og biði meg komi í Álvaratos paneli í kringvarpinum. Hetta ætli eg mær hervið at rætta upp uppá.

Mín granskingarverkætlan er innan eitt øki sum eitur Økotoksikologi ella eiturvistfrøði. Tað er torskildari enn tað ljóðar. Vistfrøði hevur sum so onki samband við handilsligu yvirtøkuna av orðinum – “økologiskar bananur”. Innan vistfrøði kannar man heildina, hvussu djór eru í relatión til hvørt annað, og hvussu kapping um føði og annað ávirkar stovnar innanhýsis men eisini millum onnur sløg.

Um man tekur eitur ella dálkingarevni við í hetta heiti, so forklárar tað seg sjálvt, at tað eru kanningar av hvussu skaðilig evnafrøðilig evni “uppføra” seg í mun til vistskipanina – hvar man finnir hægri ella lægri konsentratiónir. Um man skilir hvussu eiturevni ávirka kyknurnar, er viðkomandi at vita hvussu hetta ávirkar organfunktión, og so víðari til hvussu tann einkulta veran ávirkast av eitrinum sum tað oftast fær ígjøgnum føðina. Meir yvirordna er spurningurin um hvørja ávirkan hava ymisk dálkingarevni á vistskipanina. Hetta er eitt rættiliga breitt og avbjóðandi mál og er sjálvsagt ikki nakað man nær eftir nøkrum fáum árum ella við einari verkætlan í einum landi.

Mín verkætlan:
Veran sum eg havi valt til mínar kanningar er skúgvur Stercorarius skua. Til tey sum ikki kenna skúgv, so er tað ein naskur rovfuglur sum drepur ella stjelur føði sína frá fugli so sum ritu, lomviga, lunda og havhesti. Orsøkin til at hann er serliga áhugaverdur í mínari verkætlan er tí at hann er ovaliga í føðiketuni og man kann tí vænta sær at ávís eiturevni upphópast ígjøgnum eina mekanismu sum kallast biomagnifikatión. Kanningar sum hava verið gjørdar í Føroyum fyri yvir 30 árum síðani og kanningar aðrastaðnis frá stuðla uppundir hesa metingina.

Foreldrini eru ikki altíð so glað tá man finnir reiðrini hjá teimum

Tað sum ætlanin hjá mær er, er at fáa eina nágreiniliga hylling á vistfrøðini hjá skúgvinum í Skúvoy. Hetta geri eg við at kannað spýggjuna sum er at finna kring reiðrini hjá teimum (vistfrøðingur plagir at verða eitt fínt heiti fyri fólk sum kannað antin lort ella spýggju. Í mínum føri er tað tíbetur tað seinna). Hetta gevur eina neyva ábending um hvør føðin er sum tað tilhoyrandi parið livir av, og tá pisurnar koma út, verða tær mátaðar og ringmerktar. Blóðsýnir verða tikin, og nøkur egg verða innsavnaði og kannaði fyri dálkingarevni, og vónin er at man møguliga kann síggja eitt samband ímillum tað sum skúgvurin livir av, og nøgdirnar av dálkandi evni sum man kann máta í teirra blóði og eggum. Við at halda eyga við og máta hvussu væl pisurnar klára seg kann eg eisini fáa eina meting av um eiturevni hava eina ávirkan á teirra yvirlivilsi.

Eisini er ætlanin at fáa innsavnað so nógvan skúgv sum verður skotin. Nógvastaðni í Føroyum er skúgvur ikki vældámdur tí hann sigst taka styggja heiðafuglin, og sigst eisini leggjast á lomb sum eru komin illa fyri. Hann er ikki vardur av fuglaveiðulógini so tað verður roynt at hildi hann niðri ávís støð í Føroyum. Um nakar veit um ætlanir at fara og skjóta, vil eg sera fegin frætta!

Eg eri í skrivandi stund í Skúvoy og geri júst hesar kanningarnar, við góðari hjálp frá millum annað starvsfólki á umhvørvisstovuni, sum er ein partur av verkætlanini.

2 comments on “Ø-ko-tok-si-ko-lo-gi

  1. -

    Er handan biomagnifikatiónin tann sama, sum ger, at vit skjótt ikki kunnu eta grund meir?

  2. Sjúrður Hammer
    -

    orsaka, eg havi gloymt at svara! Ja tað er talan um somu mekanismuna sum ger at eiturevni upphópast í grind og havhesti. Vit hava tó ongantíð enn kannað hvørja ávirkan tað hevur á grindina at hon er so dálkað. Tað er nakað man er farin í holt við nú.

Comments are closed.