Høsnavælferð

"skrabehøns" ella høsn í stalli

Sum part av míni grundútbúgving í djóraatferð og vælferð lærdu vit rættiliga nógv um atferð hjá høsnum, og hvat er neyðugt fyri at vælferðin skal vera góð. Tí var eg kedd av at síggja vánaligu grundgevingarnar hjá danska djóraverndarferlagnum fyri at ikki keypa egg frá búrhøsnum. Høvuðsgrundgevingin fyri at velja egg frá “skrabehøns” framum frá búrhøsnum er ífylgi “Dyrevennen” (blaðnum hjá danska djóraverndarfelagnum, sum allir limir í føroyska djóraverndarfelagnum fáa) at høsnini í seinna føri ganga í flokki. Eg haldi hetta vera beinleiðis misvísandi, og fari tí her at greiða eitt sindur frá gransking innan høsnavælferð og hvat ymisku høsnahaldini hava at bjóða.

Har finnast fleiri atlit at taka, og her eru nøkur av teimum:

1. Sjúkur og deyðiligheit

Deyðiligheitin í høsnastallum er størri enn í búrum við innbúgvi (hetta er reiðurkassi, vagl osfr) og ein kanning vísti at deyðiligheitin í búrum við innbúgvi var generelt minni enn í nakrari aðrari skipan. Orsøkin til deyðiligheitina hjá høsnum, sum ikki vóru í búrum var fyri tað mesta relaterað til bakteriur av ymsum slag. Ymiskir parasittar og onnur skaðadjór eru ein trupulleiki í øllum sløgum av høsnahaldi.

2. Fjøðurpikkan og kannibalisma

Har finnast tvey sløg av fjøðurpikking, sum summar kanningar gera mun á, og aðrar ikki gera. Annað slagið hevur at gera við sosiala atferð og verður brúkt til at gera av, hvør ræður í einum flokki. Hitt slagið hevur at gera við strongd og/ella væntandi stimulatión. Í smáum flokkum royna høsn at skapa eina sosiala skipan, meðan tá flokkurin verður ov stórur, kunnu høsnini ikki longur hetta. Um flokkurin er heilt stórur, gera tey ikki mun á høsnum tey hava gingið í flokki við leingi, og høsnum tey ongantíð hava sæð fyrr. Sum heild pikka høsnini meira í stórum flokkum, men hetta er seinna slagið av pikking nevnd omanfyri, tað vil siga, tað er ikki sum partur av sosialari atferð. Har eru ábendingar um, at har er eitt “loft”, meint á tann hátt, at tá flokkarnir vera stórri enn eina ávísa stødd, so minkar ávirkanin av floksstødd á hvussu nógv høsnini pikka. Eisini skal sigast, at høsnatættleikin hevur eina ávirkan á fjøðurpikking. Jú hægri tættleiki, jú meira pikka høsnini hvørt annað.

3. Beinagrind

Høsn í búri hava veikari beinagrind tí tey røra seg minni. Hinvegin hava uml 50% av høsnum, sum ganga leys (til dømis í stalli) gomul beinbrot. Hetta er ein vælferðartrupulleiki, tí hesi beinbrot møguliga geva kroniska pínu. Hildið verður at fríttgangandi høsn hava fleiri beinbrot, tí tey koma til skaða tá tey hoppa upp og niður til reiðurkassa og vagl. Hetta kann serliga vera ein trupulleiki við vaglum í stórum stallum og líknandi, men generelt føra vagl til sterkari beinagrindir, av tí at høsnini røra seg meira, tá tey hava vagl.

4. Pína

Har er ymiskar orsøkir til at høsnini uppliva pínu, men tað, sum er mest kannað, er nevklipping. Í Danmark verður tað uttasta av nevinum klipt av øllum høsnarungum, sum skulu vaksa upp til verpihøsn (undantikið høsn, sum verpa vistfrøðilig egg). Tíverri førir hetta ofta til kroniska pínu. Undantakið vistfrøðilig egg, har nevklipping ikki er loyvd, kann føra til trupulleikar við fjøðurpikking/kannibalismu.

5. Náttúrlig atferð

Høsn í búri hava avmarkaðar møguleikar fyri náttúrligari atferð. Til dømis er ofta í so lítið pláss til at strekkja seg og flagsa við veingjunum í búrum. Búrini, sum ES nýliga hevur loyvt hava tó summi ting, sum loyva nakað av neyðugastu atferðini hjá høsnum, so sum at sova á vagli, verpa í reiðurkassa og skava eftir mati. Hesi ting eru sum oftast eisini tøk hjá fríttgangandi høsnum. Náttúrliga atferðin at skipa seg sosialt, er ikki tøk í stórum høsnaflokkum.

Búrhøsn - legg til merkis vaglini. Aðrastaðni í búrinum er reiðurkassi og eitt stað at skava.

Onnur umráandi ting eru til dømis fótheilsa, sum kann vera ring í øllum skipanum av ymiskum orsøkum og umstøðurnar hjá høsnarungum áðrenn teir blíva til verpihøsn.

Niðrustøða

Har eru fyrimunir og vansar við øllum skipanum. Stórsti trupulleikin við búrum er lítla plássi at røra seg. Í øðrum skipanum eru aðrir trupulleikar so sum størri vandi fyri fjøðurpikking, sum kann føra til kannibalismu og verður forðað við nevklipping. Tað má vera upp til tann einstaka, hvat fyri egg tey keypa, og verður hetta helst grundað á, hvat ein sjálvur heldur vera mest umráandi fyri góða vælferð. Tó vil eg fegin vísa á, at tá “Dyrevennen” sigur at “skrabeæg” eru betri enn búregg, tí har ganga høsnini í flokki, so taka tey feil. Stóru flokkarnir, sum hesi høsnini ganga í geva ikki betri vælferð, orsaka av sosialu avmarkingini sum stórir flokkar føra til og meira fjøðurpikking. Tó hava tey fyrimunin, at høsnini sleppa at røra seg meira, enn tey sleppa í búrum.

Keldurnar eg havi brúkt til hetta finnast niðanfyri:

http://samvirke.dk/mad/artikler/kend-dine-aeg-kend-forskel-paa-buraeg-oekologiske-aeg-aeg-fritgaaende-hoens.html (høsnatættleikin til búrhøsn passar ikki. Tað skal vera 13 høsn per fermetur)

http://www.e-pages.dk/dyrenesbeskyttelse/46/ (síða 24-25)

T. Bas Rodenburg, Paul Koene. The impact of group size on damaging behaviours, aggression, fear and stress in farm animals, Applied Animal Behaviour Science, Volume 103, Issues 3–4, 2007, Pages 205-214, 10.1016/j.applanim.2006.05.024.
(http://www.sciencedirect.com/science/article/pii/S0168159106001912)

Lay, DC; Fulton, RM; Hester, PY; Karcher, DM; Kjaer, JB; Mench, JA; Mullens, BA; Newberry, RC; Nicol, CJ; O’Sullivan, NP; Porter, RE. Hen welfare in different housing systems, POULTRY SCIENCE, Volume 90 Issue 1, 2011, Pages 278-294, 10.3382/ps.2010-00962. (http://ps.fass.org/content/90/1/278.full)

COUNCIL DIRECTIVE 1999/74/EC of 19 July 1999 laying down minimum standards for the protection of laying hens http://eur-lex.europa.eu/LexUriServ/LexUriServ.do?uri=OJ:L:1999:203:0053:0057:EN:PDF

One comment on “Høsnavælferð

  1. -

    Ein ógvuliga áhugaverdur bloggupostur. Tað er gott, at fáa høsnavælferð nuanseraða eitt sindur. Eg haldi, tað er alt ov ofta, at tað bara verður tikið fyri givið, at so leingi talan ikki er um búrhøsn, so er alt bara í lagi og fullkomiliga etiskt. Nakað, sum eg hugsaði um, var, at tá tú nú setur tað upp soleiðis við ymiskum fyrimunum og vansum við búrhøsnaskipanini í mun til skrabehøsnaskipanini, og sigur, at ongin skipan er perfekt, passar tað so heilt? Altso hevði ein skipan, har høsnini vóru býtt upp í avbyrgdar bólkar av passaligari stødd, høvdu vagl, eitt stað at skava, sluppu útum ein túr, um tey vildu o.s.fr. ikki verið ein perfekt skipan? Finnast onki egg frá eini slíkari skipan til sølu nakrastaðni?

Comments are closed.