Ein sjónfíl og ein bók

Í dag ætli eg mær bara, at deila onkur ting við tykkum, ið eg vóni, at tit fara at fáa okkurt burturúr, um tit eru áhugaði í at vita meir um heimspeki.

The University of West England Bristol gjørdi ein pallborðsfund, ið kallaðist ‘heimspeki er týdningarmikið.’ Mær dámar væl frágreiðingina fyri navnið. Tað er ikki ein spurningur, sum heitið á pallborðsfundum annars plagar at vera, men heldur ein pástandur, sum allir luttakararnir eru samdir um. Men pástandurin er sjálvslýsandi, tí um ein hevði spurt, um heimspeki er týdningarmikið, so hevði ein longu spurt ein heimspekiligan spurning, ið leggur upp til at viðgera, hvat tað er, at vera týdningarmikið. So svarið er “Ja, tað hevur tú longu prógva við at spyrja spurningin.” Um tykkum dáma slíkan finurligan humor, og um tit vilja hoyra meir um týdningin av heimspeki, so er sjónfílin heilt sikkurt verd at hyggja at. Har eru avbera nógv minnisverd orð.

Harnæst vil eg viðmæla bókina The Mind’s I eftir Douglas R. Hofstadter og Daniel C. Dennett. Bókin er skrivað til at vera tankavekjandi, men lætt atgeingilig fyri vanliga lesaran. Hon er deilt upp í kapitlar, ið skiftivís eru útvaldir tekstir, ið allir handla um sinnið, og viðmerkingar og lítlar søgur skrivaðar til tekstirnar av Hofstadter og Dennett. Eg rokni ikki við at tað ber til, at lesa bókina og hugsa um sinnið uppá sama máta. Men mín viðmæling ljóðar alt ov turrisligt í mun til hvussu livandi bókin er! Eg burdi heldur givið tykkum onkur dømi um spurningar, ið bókin viðgerð:

  • Um tú hevði traðka inn í eina teleport maskinu, ið niðurbreyt teg eitt stað og bygdi teg uppaftur eitt annað, hevði tað so verið tú, ið traðkaði útaftur hinumegin?
  • Kunnu vit nakrantíð vita hvussu tað er, at vera ein flogmús? Kanst tú ímynda tær at síggja ljóð?
  • Hevði borið til, at gjørt eina teldu, ið hugsar?

Tit kunnu eisini síggja eina youtube versión av kendu framløgu Dennets ‘Where Am I?’ – ið annars eisini er at finna í bókini – her: